Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umboð fyri FSF vitjar á Djúpumýru

John William Joensen

Pætur Smith Clementsen, sum hevur eftirlit við umstøðunum á og kring fótbóltsvallirnar í Føroyum var seinrapartin og hugdi eftir umstøðunum kring Djúpumýru

Tað hevur seinstu mongu árini verið ein støðug menning av viðurskiftunum kring fótbólt her á landi.
Umframt sjálvan græslíkisvøllin eru eisini skiftingarrúm og annað sum verður brúkt í samband við fótbóltsdystir.
Í Klaksvík hava vit eitt fótbóltsskýli sum til komandi ár skal hava sitipláss, ella setur til hvønn einstaka áskoðaran. Sambart UEFA krøvinum er hetta eitt krav fyri luttøku í landskappingini 2007 so vit kunnu vanta at arbeiði við hesum verður byrjað í ár.
Kommunan hevur gjørt alt tekniska økið av nýggjum og merkir tað at áskoðarar og leikarar eru skildir sundir.
Umstøðurnar hjá skiftileikarum, venjarum og hjálparfólkum eru gjørdar av nýggjum. Vøllurin hevur digitala stadion klokku og trygdar geiri millum vøllin og skiftingarrúmini í høllini, vera í samband við dystir stongd við hegnið.
Arbeiði við at gera nýggj skiftingarrúm, dopingrúm, dómararúm og venjingarrúm í kjallaranum í KÌ høllini er um at byrjað og verða nýggju hølini vantandi tikin í brúk komandi kappingarár.
Harafturat hevur KÍ í dag eina sera hugnaliga Café, sum umframt at virka sum cafeteria eisini kann leigast út til onnur tiltøk. Á loftinum í høllini eru felagshølir til KÍ og Stjørnuna.
Samanumtikið má sigast at eisini í Klaksvík er nógv gjørt fyri at betra umstøður hjá fótbóltinum og við at vitja feløgini at eftirkannað umstøðurnar, tryggjar Fótbóltssambandi at umstøðurnar alla tíðina verða mentar.
Sum nakað nýtt fer FSF umboð at vitja dystir í Formuladeildini. Í fyrstu atløgu verður boða frá vitjanini framman undan og kemur umboði at hava ein lista sum skal vera í lagið. Ætlanin er so at FSF umboð verða til allar dystir í Formuladeildini ella at tey gera sokallaðar ófráboðarar vitjanir.
Í dag var so vitjað í Klaksvík og hóast ymiskt umvælingararbeiði ikki er liðugt enn kring vøllin, so er eingin trupuleiki hjá KÍ at liva upp til tey krøv sum verða sett.