Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umboðsmaðurin á kunningarvitjan hjá býráðsumsiting og býráðslimum

John William Joensen

Býráðspolitikarar og umsiting høvdu áhugaverda vitjan hósdagin 23. mai 2013, har Løgtingsins Umboðsmaður saman við starvsfólkum kunnaði og samskifti við kommununa um viðkomandi reglur og mannagongdir. Nakað eftir seinasta býráðsval boðaði stovnurin Løgtingsins Umboðsmaður (LUM) alment frá, at tey vóru áhugað í at vitja nývaldu bý- og bygdarráðslimirnar og greiða frá virksemi stovnsins. Klaksvíkar Kommuna tók fegin ímóti hesi innbjóðing.

Býráðspolitikarar og umsiting høvdu áhugaverda vitjan hósdagin 23. mai 2013, har Løgtingsins Umboðsmaður saman við starvsfólkum kunnaði og samskifti við kommununa um viðkomandi reglur og mannagongdir. Nakað eftir seinasta býráðsval boðaði stovnurin Løgtingsins Umboðsmaður (LUM) alment frá, at tey vóru áhugað í at vitja nývaldu bý- og bygdarráðslimirnar og greiða frá virksemi stovnsins. Klaksvíkar Kommuna tók fegin ímóti hesi innbjóðing.
Hósdagin 23. mai 2013 vitjaðu so trý umboð fyri stovnin kommununa. Hesar vóru Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður, Birta Biskopstø og Jóhanna Arge, løgfrøðingar og ráðgevar. Frá kommununi vóru umsitingarstarvsfólk og býráðspolitikarar boðin við.
Kunnaðu um lógir, reglur og góðan fyrisitingarsið Sólja í Ólavsstovu legði út við at greiða frá stovninum og uppgávum hansara. Umboðsmaðurin verður valdur av Løgtinginum og hevur eftirlit við, at almennu myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.
Umboðsmaðurin kann viðgera klagur um avgerðir hjá myndugleikunum, eins og viðferð teirra av borgarum og málum. Umboðsmaðurin kann eisini taka mál upp til viðgerðar av sínum eintingum.
Víðari greiddi Sólja frá, hvussu ein borgari t.d. kann klaga um eina noktan av einari umsókn, um tann valda viðgerðarháttin, um ta tíðina, sum hetta hevur tikið og/ella framferðarháttin hjá embætisfólkunum. Tað kostar onki at klaga til Umboðsmannin. Klagan skal vera skrivlig og undirskrivað.
Birta Biskopstø greiddi frá, hvussu eitt nú starvsfólkamál – setan, handfaring av starvsfólkum meðan tey eru í starvi og uppsøgn – eiga at verða handfarin og viðgjørd, og Jóhanna Arge, løgfrøðingur og ráðgevi, viðgjørdi evnið innlit – mest út frá lógini um innlit í fyrisitingina.
Sera áhugavert og viðkomandi tiltak Framløgurnar vóru sera áhugaverdar og viðkomandi, og kjakið gekk lívliga millum partarnar um, hvussu mál verða og eiga at verða viðgjørd og umsitin.
Tveir tímar vórðu settir av til tiltakið, men um ikki býráðsfundur var á skránni beint eftir framløguna, hevði prátið uttan iva hildið áfram longur.
Millum luttakararnar var breið semja um, at henda vitjan av Løgtingsins Umboðsmanni var eitt sera upplýsandi tiltak, ið snúði eg um viðkomandi viðurskifti, ið bæði politikarar og umsiting fingu nakað burturúr.
Harleyfacadeacryl