Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umboðsmaðurin: Tað var rætt at nokta Høgna Mohr fiskiloyvi

John William Joensen

Ein tíma eftir at KVF læs upp úr niðurstøðu hjá LUM kom teldupostur til hinar miðlarnar og har verður greitt sagt at …… Av tí at klagararnir ikki høvdu eitt fiskifar við veiðiloyvi, var umboðsmaðurin samdur við Fiskimálaráðnum í, at klagararnir ikki luku treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap fyri at fáa loyvi at fiska makrel.

Ein tíma eftir at KVF læs upp úr niðurstøðu hjá LUM kom teldupostur til hinar miðlarnar og har verður greitt sagt at …… Av tí at klagararnir ikki høvdu eitt fiskifar við veiðiloyvi, var umboðsmaðurin samdur við Fiskimálaráðnum í, at klagararnir ikki luku treytirnar í lógini um vinnuligan fiskiskap fyri at fáa loyvi at fiska makrel.

Umboðsmaðurin kanna málsviðgerðir sum heild í samband við makrel býti

LUM skrivar víðari…..

Umboðsmaðurin kom í sambandi við viðgerðina av klaguni fram á ymisk viðurskifti, ið gjørdu, at umboðsmaðurin gjørdi av at kanna viðgerðina av øllum umsóknum um makrelloyvi í 2012. Umboðsmaðurin dugdi ikki út frá skjølunum í málunum at síggja, hvørji atlit vóru tikin, tá ið býtið av makrelkvotuni varð ásett, eins og umboðsmaðurin ikki dugdi at síggja, at umsitingin í Fiskimálaráðnum hevði luttikið beinleiðis í arbeiðinum at viðgera kvotabýtið av makrelinum. Líkt var til, at ein politiskur bólkur einsamallur hevði avgjørt býtið og treytirnar fyri at geva loyvi at fiska makrel. Umboðsmaðurin helt ikki nakað vera til hindurs fyri, at politikarar luttaka í arbeiðinum at tilevna kunngerðir, men vísti á, at bæði politikarar og embætisfólk í hesum arbeiði, eins og í vanligari málsviðgerð, eru bundin at fyrisitingarligum meginreglum um upplýsingarskyldu og sakliga fyrisiting. Umboðsmaðurin helt nógv benda á, at viðgerðin av kvotabýtinum einans hevði verið politisk og ikki var farin fram eftir vanligum fyrisitingarrættarligum meginreglum. Einki notat var skrivað frá fundarvirkseminum hjá “Makrelbólkinum”, og umboðsmaðurin metti seg tí ikki hava møguleika fyri at siga, um býtið til ymisku skipabólkarnar var grundað á saklig og viðkomandi atlit. Umboðsmaðurin helt tað vera átaluvert, at einki notat var skrivað frá fundum í bólkinum í sambandi við makrelbýtið, og at viðgerðin av makrelbýtinum eftir øllum at døma ikki er farin fram eftir vanligum fyrisitingarrættarligum reglum.

Grundað upplýsingar í málinum helt umboðsmaðurin tað vera sannlíkt, at landsstýrismaðurin, eins og hinir limirnir í makrelbólkinum, vóru greið yvir, at kvotan hjá línuskipunum møguliga ikki fór at verða fiskað av línuskipunum. Av tí at línuskipini ikki høvdu tann neyðuga reiðskapin til at fiska makrel, hevði umboðsmaðurin torført við at síggja, at tað var sakligt í makrelkunngerðini at tilluta línuskipum eina makrelkvotu, sum tey ikki kundu gagnnýta.

Umboðsmaðurin var ikki samdur við Fiskimálaráðið í, at fiskiorkan ikki øktist, tá veiðiloyvi hjá einum línuskipi var flutt til eitt ídnaðarskip, tí talan er um tveir ymiskar skipabólkar, ið ikki kunnu samanberast. Umboðsmaðurin helt tískil ikki, at heimild var at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskipini, soleiðis at ídnaðarskipini í tí tíðarskeiðinum, tey høvdu veiðiloyvini hjá línuskipunum, vóru at meta sum línuskip og harvið fingu rættin til at fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Fiskimálaráðnum eina álvarliga átalu fyri handfaring og viðgerð av málinum. Av tí, at umboðsmaðurin helt talan vera um álvarsligar feilir og brek við viðgerðini hjá Fiskimálaráðnum, var álitið samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini sent til formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í fiskivinnumálum.
Álitið kann lesast herBeskrivelse: eadSpeaker