Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum sigur at samband hevur verið millum byggiharran og arbeiðstakaran og man hevur funnið fram til nakrar tillagingar soleiðis at arbeiði at umbyggja ovastu hæddina á sjúkrahúsinum ferð í gongd so skjótt sum arbeiði at skifta tekjuna er liðugt.

Landstýrismaðurin hevur ikki hug til at viðmerkja tað ósemju sum hevur verið umrødd í Norðlýsinum í samband við ætlaðu umbyggingina á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
– Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan og ikki lata persónlig ynskir leggja bein fyri, at vit nú seta gong á ein umbygging og dagføring av arbeiðsumstøðunum og viðurskiftunum sum heild á klaksvíkar Sjúkrahúsið.
– Landsverk og Búsetur eru komin til eina loysn, sum meirilutin í bygginevndini metir vera skilagóða, so at peningurin strekkir til og tá arbeiði er liðugt í heyst kunnu vit taka eina nýggja deild í brúk á sjúkrahúsinum og tað haldi eg at øll kunnu fegnast um. Hetta er bara byrjanin til at halda fram við arbeiðinum at dagføra sjúkrahúsið og tað verður ein politisk avgerð hvussu vit finna pening til at halda fram.
– Játtanin frá løgtinginum gongur út á nýggjárinum, og eg havi sæð tað sum sera týdningarmikið at fáa hetta arbeiði gjørt, so vit kunnu koma víðari og at tað ikki er full semja um hetta í bygginevndini, er harmiligt.
– Men so skjótt arbeiði er liðugt ferð bygginevndin at koma við eini ætlan um hvussu vit fara víðari fram og so verður tað okkara uppgáva at finna neyðuga peningin, sigur Karsten Hansen.