Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umfígging av P/F Smyril Line

Oliver Joensen

Í dag vóru avtalur gjørdar sum tryggja Smyril Line bæði nýggjan partapening og umlegging av verandi lánum, sigur Smyril Line í tíðindaskrivi niðanfyri:

Smyril Line megnaði í 2006 at venda gongdini og kom út við einum yvirskoti eftir trý ár við undirskotið. Felagið hevur síðani arbeitt fram ímóti at fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum skuldi blíva styrkt enn meira. Tað hevur nú eydnast Smyril Line, saman við góðum samstarvspartnarum, at fáa samansett eina fíggjarliga loysn sum gevur felagnum tryggar karmar um framtíðar virksemið. Hetta soleiðis at felagið fyri fyrstu ferð í fleiri ár, kann tilrættisleggja og tryggja eina burðardygga framtíðar menning av felagnum.

Framtak (Framtaksgrunnur Føroya) og TF Holding, sum í fleiri førum hava bakkað upp um felagið, tá ið á hevur staðið, seta saman við íløgufelagnum Royndin nýggjan partapening í felagið. Tað sama ger flutningsfyritøkan Blue Water, sum Smyril Line leingi hevur havt eitt sera gott samstarv við ígjøgnum felagið Smyril Blue Water.

Afturat hesum hava føroyskir lániveitarar, við EIK og Føroya Banka á odda, tryggjað at verandi útlendsk og føroysk lán felagsins eru umløgd, soleiðis at felagið hevur fingið eitt víðari fíggjarligt rásarúm.

Nevnd og stjórn felagsins fegnast um, at tað við eini føroyskari loysn hevur eydnast, at skapa hesar betraðu karmar fyri víðari menning av felagnum.