Í fjør skapti G! Festival yvirskriftir í The Guardian. Í ár koma fjølmiðlar úr øllum heiminum norður til Føroya at vitja pinkulítla festivalin í Syðrugøtu
Í fjør skapti G! Festival yvirskriftir í The Guardian. Í ár koma fjølmiðlar úr øllum heiminum norður til Føroya at vitja pinkulítla festivalin í Syðrugøtu
Tónleikafestivalurin, sum fyri hvørt ár setur seg meiri og meiri fast í okkara ímynd av føroyska summarinum, dregur nú eisini útheimin til sín.
Uttan fyri landoddarnar er áhugin fyri G! Festival nevniliga vorðin týðandi – serliga í tónleikavinnuni og í miðlaheiminum
Á hvørjum ári kemur ein fjølbroytt samanseting av miðlafólkum, bloggarum og umboðsfólkum úr tónleikavinnuni á vitjan. Tey uppliva og fortelja víðari um allar síðurnar av festivalinum; tónleikin, G! hýrin og serstaku nærveruna í lítlu bygdini, Syðrugøta.
Í tráð við aðalmálið
Í fjør vóru bretska tíðindaritið The Guardian og týski Reeperbahn Festival millum tey, sum vitjaðu saman við eitt nú A&G Synch Music, sum í seinastuni hevur verið við til at menna yrkisleiðina hjá Eivør á enska marknaðinum.
G! Festival hevur sum aðalmál at stuðla ymiskleika, at røra í grýtuni og skapa íblástur til føroyskt tónleikalív. Harafturat er endamálið at skapa samstarv millum ymsu luttakarnar á festivalinum, og ikki minst at skapa nýggj sambond millum, tónleik, miðlaheimin og vinnu.
Í ár fara fleiri miðla- og umboðsfólk aftur at leita sær til G! Festival. Hesi eru millum annað:
Gig wise (tónleikavevsíða, Bretland)
Rai (ríkisútvarp/sjónvarp, Italia)
3rd Tsunami (konsertbókari, Danmark)
Musikexpresse (Prentmiðil, Týskland)




