Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvið sett á breddan

John William Joensen

Løgtingi viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Landstýrinum um umhvørvisavgjøld á motorakførum.

Uppskotið snýr seg um, at umleggja ein part av verðandi skrásetingargjaldi til ávikavist CO2 avgjald fyri vanligar bilar, og eitt umhvørvisavgjald fyri lastbilar, bussar og vøruvognar. Eisini verður skotið upp st hækks burturbeiningargjaldi úr 1500 kr. til 5.000 krónur.

Uppskotið kemur at hava við sær, at jú minni tín bilur dálkar jú minni er avgjaldi meðan keypir tú ein bil ið dálkar illa so má tú gjalda meira. Orðaskiftið við 1. viðgerð vísti eisini at breið semja er í løgtinginum um uppskotið.

Hetta, at knýta avgjalds- og umhvørvispolitikk saman er, eftir mínum tykki, í tøkum tíma. Alt ov longi hava vit bert tosað um at gera nakað fyri at verja umhvørvið meðan gerðirnar hava mangla. Hetta uppskoti, kann tykjast sum smáting í mun til avbjóðingina við umhvørvinum, men tað ið hevur tann stóra týdningin er, at nú byrja vit at taka ítøkilig stig til at verja umhvørvi.

At taka atlit til umhvørvi er í stóran mun ein spurningur um hugburð og at vit eggja fólki til at hugsa um umhvørvi. Øll kenna til, at gamlir bilar liggja og sløðast í nattúruni. Hækkingin av burturbeiningargjaldinum er eitt tiltak ið skal stimbra undir at ruddað verður upp í hesum og at bilarnir verða burturbeindir ístaðin fyri at liggja og sløðast.

Tað er eisini eitt gott og positivt signal mótvegis umheiminum, at Føroyar kunnu vísa á, at okkara avgjaldslóggáva er skipa so, at vit taka atlit til at minka um CO2 útláti sum vit hava bundið okkum til í ST-veðurlagssáttmálanum og Kyoto- sáttmálanum.
Sitandi samgonga hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu ganga á odda í tilfeingisrøkt, so at vit kunnu lata børnum okkara eitt ríkt og livandi umhvørvi. Samgonguskjalið sigur at, miðað verður eftir at flyta Føroyar yvir í ein “reinorkubúskap” so vit taka okkara part av ábyrgdini at minka globala útlátið av CO2 ,
Fyriliggjandi uppskot er eitt lítið men týdningarmikið stig á leiðini.

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna.