Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvið skal uppraðfestast!

Signhild V. Johannesen

Vakurleiki og røkt eru við til at gera lívið lættari og vit gleðast.

Vakurleiki og røkt eru við til at gera lívið lættari og vit gleðast. Frá fjals til fjøru eru økir vit eiga at røkja betur. Vit eiga at virða ta vøkru náttúru okkum er litið til. Samfelagi flytur seg sum ongantíð fyrr, tí er gott at lata náttúruna kennast við sín uppruna. Áir eiga at haldast reinar og fáa møguleikan at vísa sína bestu síðir.

Botnurin á vánni er vorðin alt ov grunnur, og gera vit einki skjótt, verður ringt at loysa trupulleikan. Fyri árum síðan høvdu vit avtalur við sandbátar, um at “grabba” nøkur less upp úr vánni. Hetta er avgjørt nakað vit eiga at taka uppaftur.

At hjálpa og lætta um hjá borgarunum, so teir eisini hava møguleikan at fríðka um og sleppa av við órudd, gevur samfelagnum nakað aftur.


Eru tær praktisku umstøðurnar til staðar fyri einum vøkrum og ruddiligum býi, so eru umstøðurnar fyri smílandi og glaðum borgarum eisini til staðar.

Eg fari tí at arbeiða fyri, at vit fáa eina umhvørvis heildarætlan fyri alla kommunan. Hon skal innihalda ítøkilig átøk fyri virkir, stovnar og húski. Tað er týdningarmikið, at Klaksvíkar kommuna leggur lunnar undir ymisk felags umhvørvisátøk. Men tað er líka týdningarmikið, at bæði vinnurekandi og borgarar eisini gera sítt til, at nærumhvørvið verður røkt so væl sum gjørligt.

Einans við felags samstarvi millum borgara og kommunu, verður besta úrslitið nátt.

Reinur og fríur, Klaksvíkar býur!

Signhild V. Johannesen, valevni hjá Javnaðarflokkinum