Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umhvørvisvika fyri framman

Jóhann Lützen

 Eftir páskir stendur umhvørvisvikan fyri framman. Vit hava verið ein lítlan túr við myndatólinum og sum tað sæst aðrastaðnis í blaðnum, er rúm til nógvan bata.

Sum samfelag hava vit vunnið á flestu avbjóðingum. Vit hava øll tak yvir høvdið, vit kunnu øll eta okkum mett hvønn dag og vit verða lekt fyri flestu sjúkur. Men strembanin eftir at gera dagligdagin betur heldur fram. Tað liggur í okkum menniskjum at betra um tilveruna, vit ynskja at okkara børn hava enn betri kor enn hvat vit høvdu, tá vit vuksu upp.
 
Avbjóðingarnar í dag eru ikki tær somu sum fyrr. Ein avbjóðing sum fyllir meir og meir er umhvørvistilvitið hjá okkum øllum. Tað verður mett sum ein púrt vanlig ílega hjá einum nútíðarføroyingi, at hugsa um umhvørvið. Vit mugu ikki blaka ting fyrilitarleyst frá okkum í náttúruna.
 
Kommunurnar hava seinastu mongu árini gjørt risaíløgur í umhvørvisøkið, spillivatnsætlanir, renovatiónsfelags­skapir og kloakkering v.m. Hetta arbeiðið er áhaldandi og ein sjálvfylgja í dag. Felags fyri slíkar íløgur er, at tær eru ikki serliga sjónligar, men í Klaksvík hava skiftandi býráð raðfest hendan táttin og hattin av fyri tí.
 
Vit hava eisini eitt ruskpláss í serflokki. Tað munnu ikki verða nógv ruskpláss í heiminum, sum eru so væl skip­aði sum ruskplássið úti á Bumshamri. Palli Sivertsen, leið­ari og hansara fólk skulu hava stórt rós fyri eitt væl skip­að ruskpláss, har ordan er á tingunum. Ringt er at læra ­gamlan hund uppi at sita, verður sagt og óivað ­munnu mangar illbønir hava verið sagdar, tá nýggju arbeiðsgongdir hava spælt upp ímóti gamlari vanahugsan.
 
Eftir at Norðlýsið bar tíðindini um at mannatrekkur frá trimum húsarhaldum á Norðoyri fór beinleiðis á sjógv hevur kommunan fingið hesa óhumsku í rættlag og tað er at fegnast um.
 
Men sum vit síggja aðrastaðni í blaðnum, so restar enn í. Tað eru ov nógv øki sum eru ov óruddilig og leysir lutir eru vandamiklir í nógvum vindi. Eitt tað fyrsta ferðafólk við Cruise-skipum síggja, sum koma hendavegin er Grønhólmur (gamla Buchwald) og tað er ikki tespiligt fyrsta inntrykk at geva vitjandi fólki.
 
Kommunan vil ganga á odda við at skipa fyri eini viku har fólk verða eggjað og kveikt at hugsa meira um umhvørvi. Hetta skal tó ganga báðar vegir, kommunan má vísa at ítøkilig stig verða tikin eitt nú á Grønhólmi og øðrum økjum, sum kommunan hevur ábyrgdina av.