Í dag byrjar árliga Umhvørvisvikan, sum Norðoya kunningarstova skipar fyri vegna Klaksvíkar kommunu.
Í dag byrjar árliga Umhvørvisvikan, sum Norðoya kunningarstova skipar fyri vegna Klaksvíkar kommunu. Skráin fyri vikuna er sum altíð fjølbroytt og áhugaverd, og í samband við umhvørvisvikuna, hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri hesa heilsan til allar borgarar í Klaksvíkar kommunu:
Nú eru vit komin væl inní maimánaða, og vit nærkast av álvara ljósu og grønu árstíðini. Lembing, fótbóltur og hendinga sóldagar bera greiðu boðini um, at vit eru komin til summarhálvuna, og tað eru vit helst nógv, sum fegnast um. Føroyska summarið er í øllum førum nakað av tí besta, sum eg veit.
Í vaksandi mun eru bæði føroyingar og útlendingar farnir at ferðast nógv í føroysku náttúruni, sum ber orð fyri at vera ein hin vakrasta í heiminum. Fjøll, firðir og fuglalív hava gjørt Føroyar heimskendar fyri at vera “óspiltar”, men sjálvt ikki fjarskotnu Føroyar sleppa undan teimum umhvørvisligu avbjóðingunum, sum allur heimurin hevur fyri sær. Tí er tað sera viðkomandi at hava umhvørvisviku, har vit í felag seta sjóneykuna á rudding, endurnýtslu og umhvørvið sum heild.
Í Klaksvík eiga vit sjálvandi at ganga fremst á umhvørvisøkinum, eins og vit gera tað á so nógvum øðrum økjum. Sjóhitaskipanin, løðistøðin til EL-bilar og nýggja spillivatnsskipanin eru góð og ítøkilig dømi um, hvussu vit virka fyri, at Klaksvíkar kommuna skal vera grønari í framtíðini. Men um dreymurin um eina grøna kommunu skal gerast veruleiki, so mugu vit øll lyfta í felag, og til nettupp hetta er umhvørvisvikan eitt ómetaliga gott høvi.
Alla vikuna verður lagt upp til, at allur býurin verður ruddaður væl, og harafturat eru fleiri áhugaverdir fyrilestrar og tiltøk á skránni, har til ber at fáa innlit í ymisk evni, sum til dømis plantulív, gagnplantur í matgerð og endurnýtslu. Harumframt verður aftur í ár skipað fyri teknikappingum fyri skúlabólkum og næmingum í 4. flokki, og soleiðis eru yngru borgararnir í býnum eisini við til at mynda umhvørvisvikuna.
Við hesum ynski eg øllum eina góða og hugaliga umhvørvisviku, har vit saman virka fyri, at Klaksvík framhaldandi verður óspilt í grønu framtíðini.




