Hóast ilt er at meta um enn, hvussu nógvir springarar løgdu beinini á Klaksvík í kvøld, so skjóta metingarmenninir uppá umleið 300.
Jógvan Vágsheyg, metingarformaður sigur, at enn hongur nakað niðir við keiina og sumt er uppi á lastbilum, men eftir tí hann dugir at síggja, so er talan um útiímóti 300 springarum, sum skulu merkjast í kvøld. Avgjørt er, at nummar skal setast á allar springarnar og somuleiðis skal longdin mátast og harafturat skal kynið avgerast.
Sýslumaðurin Hans Djurhus sigur, at hann vónar at seðlarnir kunnu koma út kl. umleið 01 í nátt. Hann sigur, at bíða verður ikki eftir ljósinum. So skjótt liðugt er at merkja og skifta, koma seðlarnir út. Annars fílist sýslumaðurin á at grindamenninir hjálpa ov lítið til at taka upp. Tá grind er, skal ikki bert drepast, takast skal eisini upp og eitt nú springararnir skuldu í kvøld flytast út á keiina, men alt ov lítið av fólki er møtt upp til hetta arbeiðið, sum eisini hoyrir við til drápið.
Hóast eitt sindur striltið gekkst við drápinum tað einu løtina, so legði tó meginparturin av bólkinum beinini, nakað varð rikið út aftur.
Springararnir verða skiftir í drápspartar.




