Sjómannadagurin eydnaðist betur enn fyrireikararnir høvdu droymt um. Barsskor førdi útivið 700 fólk um Vágna.
Tað er ilt at meta um, hvussu nógv fólk vóru til Sjómannadagin í Klaksvík, tí fólkini fóru og komu og ongi atgongumerki vórðu at meta seg eftir, tí ókeypis atgongd var til allar kappingar. Men metingar siga, at útivið 3000 fólk vitjaðu á Stangabrúnni leygardagin.
Norðlýsið hesa vikuna verður sjálvsagt ein myndafrásøgn frá øllum degnum og frá øllum teim mongu ymisku kappingunum, eisini hava vit vitjað umborð á sluppunum, so har er nokk at taka av.
Vit hava eisini fingið myndir frá øðrum, sum hava fangað ymiskt forvitnisligt, men sjálvir hava vit tikið 1355 myndir, so úrvalið er stórt og fara vit at gera nógv burtur úr í blaðnum hesa vikuna, eins og á heimasíðuni her.
Lýsingar sum skulu við í blaðið hesa vikuna, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin á miðdegi.




