Rudolf Joensen, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag er sera væl nøgdur við undirtøkuna, men sigur tó at tað er sera trupult at fyriskipað slík tiltøk í Klaksvík tá einki mentanarhús er í býnum
Rudolf Joensen,formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag er sera væl nøgdur við undirtøkuna, mensigur tó at tað er sera trupult at fyriskipað slík tiltøk í Klaksvík tá einkimentanarhús er í býnum
Tað var ein sera vælnøgdurformaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag sum vit fingu telefoniskt samband við ímorgun.
– – Vit eru væl nøgd viðundirtøkuna og ikki minst postitivu afturmeldingarnar frá fólki sum vóru tilsýningarnar. Eg havi ikki enn eitt greitt yvirlit yvir søluna av atgongumerkjum, men eg vildi mett at eini 3000 fólk vóru til sýningarnar.
– – Ein stórur partur av hesum vórufremmanda fólk sum “Haugaard Pelagic” dróg til Klaksvíkar, men eg saknaði atonnur tiltøk vóru í býnum sum høvdu klára at hildi uppá fólki. Men “tíanverri”virkar tunnilin báðar vegir og tí fór ein stórur partur av aftur oynni beinteftir sýningina. Í mínum ungu døðum vóru fólk búgvandi hjá kenningum ellaskilfólkum allar stevnudagarnar – men tann tíðin er farin.
– – Vit hava fingið fleiri áheitaniraðrastaðni frá har betri umstøður eru til at framføra sjónleik og skal eg sigasum er so umhugsað vit at flyta úr býnum, tí tað er sera orkukrevjandi og dýrtpeningaliga tá tú skalt byggja pall og kring umstøður upp frá ongum hvørjaferðvit skulu hava eitt slíkt tiltak í Klaksvík. Og tá tiltakið er liðugt skal alt pakkastniður.
– – Annars eru vit sum heild sera vælnøgd við at alt spældi væl av men hetta hevur sum sagt kravt sera nógva orku ogfyrireiking, segði ein sera væl nøgdur og troyttur Rudolf Joensen í morgun.




