Christian Olsen frá Kunningarstovuni sigur, at tey hava havt úr at gera at útvega pláss til telt og kampingvognar nú uppundir Summarfestivalin.
Tá vit vóru ein rundtúr við tyrluni hjá Atlantic Helecopters um eittíðina ídag, fingu vit sjón fyri søgn, at býurin stendur á øðrum endanum.
Myndin sýnir kampingvognar við Tekniska skúla. Christian Olsen, frá Kunningarstovuni sigur, at tey hava útvega pláss fyri útivið 50 kampingvognum og umleið 160 tjøldum. Christian Olsen sigur víðari, at bara í samband við hesa gisting er talan um umleið 6-700 gestir.
Umframt økið við Tekniska skúla, er eitt størt campingpláss úti í Grøv og eisini við KFUM er pláss fyri familjutjøldum.




