Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umleið ein mánaði til handilstiltøkini verða sett í verk

John William Joensen

Oliver Drewes, sum er talsmaður hjá ES kommiserinum í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki, váttar í morgun at faktuella innihaldið í tíðindabrævinum frá felagnum hjá Pelagisku vinnuni í Norður Atlantshavinum er rætt.

Oliver Drewes, sum er talsmaður hjá ES komiserinum í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki, váttar í morgun at faktuella innihaldið í tíðindabrævinum frá felagnum hjá Pelagisku vinnuni í Norður Atlantshavinum er rætt.

Í tíðindabrævinum verður sagt handiltiltøkini móti Føroyum verða sett í verk um ein mánaða og tá vit seinrapartin í gjár tosaðu við umboðið fyri donsku pelagisku vinnuna, sum var á fundinum í gjár í Bruxell, váttaði hann at orðini eru frá Mariu Damanaki.

Talsmaðurin endurtók at kommiserurin arbeiðir við at svara brævinum frá føroyska landsstýrinum og í løtini var arbeitt við løgfrøðiliga partinum.

Spurdur um hvørt arbeitt var við at handilsbannið eisini skal umfata laksaútflutningin – hevði hann onga viðmerking, men eisini her váttaði hann at faktuella innihaldið í tíðindaskrivinum var rætt. Í brævinum frá pelagisku vinnuni í ES stendur at ES kommiserurin tók áheitanina frá felagnum um at steingja fyri føroyskum laksaútflutningi til eftirtektar.

Í Føroyum verður tosað um at handilsbannið neyvan verður sett í verk áðrenn kommisjónin fer í summarfrí í august, men hetta er ein misskiljing sigur Oliver Drewes.

– Tað er rætt at kommisjónin hevur ein steðg í fundarvirkseminum, men kommisjónin arbeiðir eisini hesa tíðina.

LES EISINI: DANSKA STJÓRNIN FEKK EINKI BURTUR ÚR FUNDI VIÐ MARIU DAMANAKI

LES EISINI: SAMRØÐA VIÐ UMBOÐ SUM VAR Á FUNDI Í GJÁR VIÐ MARIU DAMANAKI

TÍÐINDASKRIVIÐ sum er á enskum sæst niðanfyri