Í svari sínum til fyrispurningin hjá Jógvan Skorheim, tingmanni harmast landsstýrismaðurin Henrik Old um at játtanin hevur verið alt ov lág í nógv ár og byrgingin má fáast gjørd liðug
Í svari sínum til fyrispurningin hjá Jógvan Skorheim, tingmanni harmast landsstýrismaðurin Henrik Old um at játtanin hevur verið alt ov lág í nógv ár og byrgingin má fáast gjørd liðug
Fyrispurningurin er soljóðandi:
- Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hví einki er gjørt fyri at bøta um ferðslutrygdina um Haraldssund?
- Hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at dagføra og byrja liðugtgerð av byrgingini um Haraldssund?
Svar
Til spurning 1
Umstøðurnar at koyra eftirbyrgingini um Haraldsund, kunnu verða vánaligar í ringum líkindum, og er tað ikkinøktandi. Sum støðan er nú, roynir Landsverk at rudda og viðlíkahaldabyrgingina sum frægast.
Játtanirnar til viðlíkahald avvegum, tunnlum, brúm og byrgingum hava verið alt ov lágar í nógv ár. Tað vísirseg eisini at verða trupult at fáa játtanir til vegagerð og annað, til útjaðaran og smærru bygdirnar.
Til spurning 2
Byrgingin um Haraldsund er tíverri onkantíð gjørd heilt liðug, sumætlað.
Landsverk fekk í 2008 játtan til at gera projektfyri liðugtgerð av byrgingini, og arbeiðið er klárt at bjóða út. Kostnaðarmetingin var 30 mió kr. í2008, og framskrivað til í dag er verkætlanin mett til at kosta umleið 35 miókr. So arbeiðið er klárt at bjóða út, tá ið játtan fyriliggur. Landsverk hevurí Samferðsluætlanini fyri 2012-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørdbeinanveg.
Við verkætlanini verður byrgingindagførd, so hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíkafarleið. Byrgingin verður umbygdnakað, men stórur partur av verandi verklagi verður partur av endaliguloysnini.
Landsstýrismaðurin metir tað verða umráðandi at loysn fæst ámálinum.




