Hósdagin 7. mai var árligi ruddingardagurin hjá fyrisitingini í Tórshavnar kommunu.
Í ár rudda tey áir í kommununi og fram við landsvegnum til innkoyringina til Havnina. Talan er m.a. um Djúpagilsá, Sandá, Hoydalsá og ánna í Norðradali.
Aftaná er hugnalig samkoma í kantinuni Posthúshjallaranum har øll fáa ein bita. Ruddingardagin eru tey tilmeldaðu bólkaði og ein formaður settur. So varð bretta upp um armar og øll fóru í sving, og bilar koyra til ymsu ruddingarstøðini.
Kommunan hevur gjørt kort yvir øki at rudda, posum og arbeiðshandskum. Tiltakið er eisini partur av stóru Umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu.




