Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umskiftiligt veðurlag

Oliver Joensen

Í dag hevur verið grimdarregn og illveður, men annað lag var fríggjadagin, tá bóndin á Myrkjanoyri bjóðaði okkum gongutúr.

Leingið hevði verið tosað um ein gongutúr niðan Gravardal, norður eftir Kjalarbrúnni og norður á Áarskarð og fríggjadagin boðaði Archibald Black, bóndi á Myrkjanoyri okkum til gongu. Vit fóru tríggir, Archi, Helgi Danielsen og eg sjálvur.
Farið var við myndatólinum fríggjadagin um 16.30 tíðina. Vit gingu niðan Gravardal og víðari niðan Líðargjógv og undir Blábjørg, har vit nýttu útsýnið. Síðani gingu vit niðan á Kjøl, har vakurt var at síggja niðjan Køldukinn og Myrkjanoyrafjall.
Síðani varð hildið áfram norður eftir Kjalarbrúgv fram við vøtnunum har og komnir til Klubbarnar var farið um markið ímillum gerðabøndir og Myrkjanoyri. Sera vakur var í friðsæluni við heimaravatn og norðaravatn, har bóndin segði at hann einaferð hevði havt ætlanir um at bygt sær eina smáttu, men at hann av ymsum orsøkum seinni hevði slept hesi ætlan. Nakrar kráir vóru har umleiðir og Archibald hevði tummastokk við at mála tær upp til onkran rithøvund, sum fyri tíðina skrivar og torv og torvskurð.
Síðani hildu vit áfram norður á Sjalsenni alt ímeðan vit fegnaðust um útsýnið. Vit gingu norður eftir Hvítubrúgv norður undir Áarskarð og oman heimanfyri Ánagjógv.
Beint undir Hvítubrúgv hevur bóndin ætlanir um eina smáttu, møguliga til komandi summar.
Síðani gekk leiðin aftur til húsa eftir Árnfjarðargøtuni, sum í støðum var sera ring at fáa eyga á, men við einum góðum ferðaleiðara var hetta tó ongin trupulleiki. Komnir heim ímóti Døglingasteini, har nýggja útstykkingin undir Grashjalla er, bjóðaði Archibald Black okkum til nátturða, men vit takkaðu fyri, men høvdu eitthvørt annað vit skuldu, so vit tóku beina leið til hús.
Túrurin mundi vara í útivið fýra tímar alt í alt. Ein sera áhugaverdur og hugnaligur túrur í góðveðrinum fríggjakvøldið.