Gjarakvøldið var aftur eitt ferðsluóhapp í Hvannasundstunnlinum og tíbetur kom ikki eldur í bilarnar, tí sambært sløkkiliðsleiðararnum hjá Klaksvíkar Kommunu, Finn Hansen, eru arbeiðsumstøðurnar í tunnlunum – út av lagið vánaligar, tá talan er um eldsløkking
Hóskvøldið var boð eftir sløkkiliðinum í Klaksvík, tí tveir bilar høvdu stoytt saman í Hvannasundstunnlinum. Tíbetur var ikki brúk fyri sløkkiútgerðini, tí sambært Finn Hannsen, leiðari á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík, eru arbeiðsumstøðurnar hjá sløkkiliðnum, út av lagið vanaligar.
– Tað er eingin tilbúgvingarætlan gjørd fyri tunnlarnar norður um fjall og harafturat er eingin eldsløkkingarútgerð, neyðtelefon ella líknandi neyð- ella trygdarútgerð at finna í tunnlunum. Eisini vantar útgerð, so sløkkiliðið kann tosa við sínari samskiftisútgerð allan vegin ígjøgnum tunlarnar
– Tá óhapp henda inni í tunnlinum er eingin møguleiki at fáa boð frá sær. Fólk noyðast at ganga ella koyra út úr tunnlinum fyri at fáa boð frá sær – og tá er einasta álitið fartelefonin.
– Um ástaði er í norðara partinum av tunnlinum og roykurin ferðast norður eftir, so eru fólk noydd til at ganga ella koyra næstan tríggir km fyri at koma út úr munnanum at fáa fatur á fartelefonnetinum.
– Tunnlarnir eru trongir, smælt millum veggja og loftið er lágt og eingin ventilatión. Tí eru arbeiðisumstøðurnar hjá sløkkiliðnum sera vánaligar, sigur Finn Hansen.
Av tí at eingin tilbúgving at ætlan er gjørd fyri tunnlarnar norður um fjall, so kann ein bara fyrihalda seg til mannagongdir sum eru gjørdar fyri aðrar tunnlar, sigur Finn Hansen.
– Um boð eru eftir okkum í Norðoytunnlinum, so er mannagongdin tann at vit koyra inn einar 50 m frá roykmarkinum. Tað ber ikki til at koyra við bilum inn í tjúkkan royk – tí so slókna bilmotrarnir og so er trygdin hjá sløkkiliðsmonnunum í vanda. Tá talan er um Norðoyatunnilin samstarva vit við Eystur Sløkkilið um innsatsin. Komnir inn til roykmarkið, venda vit bilunum og steðgla einar 50 metrar frá har roykurin er tjúkkur. Tað er umráðandi alla tíðina at hugsað um tryggdina hjá sløkkiliðsmonnunum. Meðan bilarnir standa klárir at koyra út úr tunnlinum, fara vit við hátrýstslangunum til ástaði og slangurnar sum vit hava í bilunum røkka 90 metrar.
– Men í tunnlunum norður um fjall eru ikki umstøður at venda bilunum og tí noyðast vit at bakka inn í tunnlarnar og alt eftir hvar eldurin er – kunnu vit bakka eitt strekki sum kanska er einar tveir kilometrar. Tunnlarnir norður um fjall eru sera trongir og tí kann tað verða trupult at koma til hjálpar um nógvur roykur er.
– Líkandi trupuleikar eru eisini í Kunoyar- og Kalsoyartunnlunum, men umstøðurnar í tunnlunum norður um fjall eru meira átrokandi tí ferðslu-títtleikin er munandi størri.
– Tað koyra umleið 1200 bilar hvørt samdøgur gjøgnum tunnlarnar norður um fjall og tí haldið eg at tað er ikki ov nógv sagt at umstøðurnar í tunnlunum í samband við eldsløkking eru út av lagið vánaligar, um vit samanbera við Norðoyatunnilin.




