Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Una Danielsen nýggjur stjóri í Norðoya- og Vágatunnlinum

John William Joensen

Nevndirnar í báðum tunnilsfeløgunum hava avgjørt at seta Una Danielsen sum stjóra fyri feløgini.

Uni er 50 ára gamal og hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir í pengastovni og sum stjóri á tænastufyritøku.

Eisini hevur hann havt fleiri nevndarsessir tey seinastu mongu árini.

Starvið sum stjóri er sett fyri eitt 4 ára skeið, og verður røkt sum eitt hálvtíðarstarv.

Uni yvirtekur stjórastarvið 1. februar 2008