Tvær tær komandi vikurnar, fer Una S. Michaelsen at skriva greinar her í Norðlýsiunum. Una er í starvsvenjing her í Norðlýsinum og gongur í 9. flokki Á Skúlatrøð.
Næmingarnar á Skúlatrøð, eru hesa og næstu vikuna í starvsvenjing. Næmingarnar eru víða umkring, líka frá Stóra Dímun og norður til Norðlýsið, her á Klaksvíksvegi.
Í morgun tá Una kom, greiddi Jóhann stjóri, í Norðlýsinum, um søguna hjá Norðlýsinum, eisini fortaldi Jóhann, um hvussu man skrivar greinar. Una fer at verða her í starvsvenjing í tvær vikur, og hon fer at skriva ungdómsligar greinar.


