Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undan avgerandi KÍ-AB dystinum: KÍ fyrireikar seg til avgerandi botndyst

Norðlýsið ÍTROTTUR

Atli Danielsen og Ovi Nysted vóru millum KÍ-spælararnar, sum mánakvøldið vandu og fyrireikaðu seg til tann avgerandi dystin ímóti AB, men enn er als ikki vist, at nakar teirra verður við mikukvøldið.

Tað hevur gingið illa hjá KÍ í seinastuni í landskappingini, har liðið nú fyri fyrstu ferð í longri tíð skal í holtur við ein beinleiðis botndyst, tá AB mikukvøldið kemur norður á vitjan.

KÍ er triðniðast og AB er næstniðast í Formuladeildini ávíkavist beint omanfyri og beint niðan fyri niðurflytingarstrikuna.

Bert 2 stig skilja teirra millum – KÍ hevur 12 stig og AB 10 stig, meðan VB/Sumba á niðasta plássi hevur 9 stig.

Tí er altumráðandi hjá KÍ at vinna hendan dystin, soleiðis at kósin kann verða vend tann rætta vegin aftur.

Í slíkari støðu er altíð gott við nýggjari styrki, og um ein kann taka støði í hópinum, sum vandi mánakvøldið, so kundi tað hent, at onkur leikari, sum ikki hevur verið við í ár, nú skjótt aftur verður at síggja á KÍ-liðnum.

Men sum skilst er hetta als ikki vist enn, tí hvørki Ovi Nysted ella Atli Danielsen hava í skrivandi løtu fingið tey neyðugu pappírini upp á pláss til at kunna leika við KÍ.

Hinvegin hava KÍ-leikararnir í verandi hópi við avrikinum ímóti Hammarby IF í Intertoto kappingini víst, at teir kunnu veruliga klára seg ímóti stórum trýsti.

Hetta eigur at geva teimum størri sjálvsálit undan teimum báðum seinastu dystunum, sum verða áðrenn summarsteðgin.

Nú mikukvøldið verður tann fyrri av hesum dystum – ímóti AB við Djúpumýru.

KOYR Á KÍ !!!