Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undan Grønlandi við svartkalva

Oliver Joensen

Ímorgun kom Sundaberg í Ánir við 385 tonsum av svartkalva, ið teir hava fingið við Grønland.

Frá reiðarínum frætta vit, at Sundaberg hevur verið burtur í smáar tveir mánaðir, og at teir hava roynt við Eysturgrønland og Vesturgrønland.
Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur og leggur Sundaberg nú upp 385 tons av svartkalva í nýggju frystigoymsluna í Ánunum.
Sagt verður, at meginparturin av veiðuni verður seldur til Japan.
22 mans hava verið við Sundabergið hendan túrin. Roknað verður við, at Sundaberg fer í Barentshavið næsta túr, og tað verður helst ikki fyrr enn eftir nýggjár, um so er at kvotan tá er komin upp á pláss.