Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

UNDIR LÁGMARKIÐ Í HOYVÍK

Jákup Ósá

Ongin ferð, onki nærlagni og ongin vilji til at taka av gylta møguleikanum at spæla FM-finalur seinni ár.

Sunnudagin spældu H71 og Kyndil ein týðandi dyst í Atlantic Airways deildini. Hesi bæði liðini kappast um at røkka FM finaluplássinum móti VÍF.


H71 vann mál fátæka dystin 22-18. Heimasíðan hjá Kyndli hevur ikki latið hetta farið ósvarað framvið og gevur liðnum stóran kritikk, sum vit endurgeva niðanfyri:


UNDIR LÁGMARKIÐ Í HOYVÍK

Ongin ferð, onki nærlagni og ongin vilji til at taka av gylta møguleikanum at spæla FM-finalur seinni ár. So stutt kann ummælið av dystinum hjá kyndilsmonnum ímóti H71 í Hoyvík seinnapartin skrivast. Kyndil tapti 22-18 í einum heilt ringum dysti. H71 kom ongantíð undir trýst. Kyndil gekk í álop, gjørdi 9-10 brotskøst og fekk kostnaðarmiklar útvísingar, hvørja ferð munurin kundi minka. Stutt sagt var tað óskiljandi, at menn kunnu leggja so lítið hugflog og hjartablóð fyri dagin í einum so týdningarmiklum dysti. Tá VÍF kemur til Havnar mikudagin, mugu aðrir bollar í suppuna, og liðið má spæla sum fyri lívinum. Annars kann so skjótt henda, at onnur spæla FM-finalur í apríl. Ljóspunktið var Andreas Sólsker við fleiri fínum málum av vonginum, og Mladen tók seks brotskøst! Men sama segði tað, tá so lítið hendi í hinum endanum.