Høllin í Ósáskúlanum var hóskvøldið fullsett av fólki, sum vóru komin at hoyra nevndarformannin og stjóran í P/F Norðoyatunnlinum greiða frá arbeiðnum hjá felagnum.
Fundurin var fyriskipaður av stýrisbólkinum, sum Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri hevur sett at arbeiða við at fyrireika Klaksvík og Norðoyggjar til fasta vegasambandið við meginøkið, sum um stutta tíð verður veruleiki.
Eftir at hornorkestrið hevði spælt tvey løg, bjóðaði borgarstjórin vælkomin og greiddi síðani frá tí arbeiðnum, sum gjørt verður at fyrireika Norðoyggjar til undirsjóvartunnilssambandið.
Eftir hetta varð orðið givið til Berg í Garði nevndarformann í P/F Norðoyatunnlinum og síðani til Dáva Reinert Hansen stjóri, sum greiddu frá arbeiðnum aftur við myndum og øðrum, sum víst varð á veggin.
At enda var høvi at seta spurningar, og fleiri brúktu hendan møguleikan.




