Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undirskriftirnar frá løgtingslimum er eitt greitt tekin um avmakt

John William Joensen

sigur løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, sum ikki skrivaði undir mótmælið sum 26 tinglimir sendu stjóranum í Kringvarpinum

26 tinglimir hava undirskrivað mótmælisskriv til stjóran í Kringvarpinum – har heitt verður á stovnin um ikki at skerja morgunlesturin – men sjálvur løgtingisformaðurin heldur sera lítið um tiltakið hjá sínum starvsfeløgum.

– Eg haldið ikki at eitt løgting er rætta staðið til at savna inn undirskriftir til at mótmæla ymiskum í samfelagnum.

– Løgtingið hevur uppgávu at stjørna landinum og situr við sjálvum róðursknappinum í hondini og kann tí uttan at spyrja nakran eftir eisini taka um stýrisvølin í hesum málinum.

– Løgtingið er ikki eitt kappróðrarfelag ella bindiklubbur og tí er brævið frá tinglimunum til stovnsleiðaran eitt beinleiðis tekin um avmakt.

– Tey sum bardust fyri at gera føroyar til eitt valdømi – vildu hava eitt løgting, sum førdu tað tey róptu "yvirornaðan landspolitikk" og er hetta eitt gott dømi av mongum um hvat spurdist burtur úr.

– Eg havi annars sjálvur lisið morgunlestur og haldi at morgunandaktirnar eru eitt sera gott átaka, sum hevur verið í Útvarpinum í mong ár. Føroyingar eru sera siðbundnir og eg trúgvi eisini at tað hevði verið eitt rámaskrýggj um tíðindasendingin kl. 12:20 var flutt. Ti skal ein verða sera varin í slíkum málum.

– Eg havi eisini samhugað við teimum sum eru kedd um tað sum er hent í hesum málinum, men at løgtingslimir savnað inn undirskriftir til ein stovnsleiðara – er ikki serliga tignarligt.

– Ein far hug at spyrja hvør næsti stovnsleiði stendur fyri skotum?

Harleyfacadeacryl