Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Undirskrivaðu sáttmála uppá 250 milj. krónur

Oliver Joensen

P/F Hvalnes, sum Kristian Martin Rasmussen og synir eiga, hava gjørt størsta sáttmála um bygging av fiskiskipi til Føroya nakrantíð.

Í morgun skrivaðu Kristian Martin og Eyðun, Bogi og Jón undir størsta sáttmálan sum nakrantíð er undirskrivaður um fiskiskip til Føroya.
Hetta er eitt skip, ið skal framleiða sildafløk og eisini veiða lodnu, sum verður fryst ella skráskorðin. Frystikapasiteturin er 250 tons um døgnið. Maskinorkan er umleið 8000 hk. Skipið er góðar 86 metrar langt og 18,5 metrar breitt.
Eftir sáttmálanum skal skipið latast teimum hjá Christian í Grótinum í juni mánað 2008.

Harleywoodpaint