Undirtøkan fyri venjingunum hjá KÍ er sera góð. Tá vit mánakvøldið løgdu leiðina á vøllin við myndatólinum, vóru næstan 30 leikarar og vandu – og tað var eisini vant við lív og sál!!
Tað verður spennandi at fylgja KÍ í ár.
Í øllum førum hevur talið av leikarum, sum møta upp til venjingarnar, verið javnt høgt higartil.
Mánakvøldið varð venjingin millum annað skipað sum ein fótbóltskapping við heili 4 liðum, sum á hálvum vølli skiftum um at leika ímóti hvørjum øðrum – har var einki spart.
Umframt nógvar ungar leikarar, vóru eisini nógv kend nøvn. Tey venda vit aftur til seinni.




