Jan Thomsen og Gunnar Thomsen frá JT-kaving filmaðu springaran, Poll, meðan teir kavaðu saman við honum
– Pollur var varin í fyrstani men tá vit høvdu svomið eina løtu kom hann til okkum og tað var ein stór uppliving.
– Man far eina heilt aðra mynd av hvali, tá ein svimur saman við teimum á henda hátt.
– Eg havi roynt at svomið saman við springarum beint eftir eitt dráp, men tá kemur ein als ikki nær til teir.
– Tá vit høvdu svomið í ein hálvan tíma var hann so spakur at hann tók tríggjar sildir úr hondini hjá okkum og eisini tosaði hann óført.
– Javnan komið tey eyðkendu dunini frá honum og so av og á eini nakað sum líktist gnísti ella hvin.
Í samstarvið við Fiskirannsóknarstovuna vóru livandi myndir av springaranum sýndir á stórskýggja.
Høgni Thomsen ger ein film fyri Føroya Sjómannadag og í hesum filminum verða eisini livandi myndirnar, sum JT-kaving tók av springaranum at síggja.




