sum sitandi samgonga hevur tikið uppaftur frá fyrru ABC-samgonguni, skriva Tórbjørn Jacobsen og Anita Fríðriksmørk
Álit í løgtingsmáli no. 37/2008:
Minnilutin (Annita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen) undrast á arbeiðslagið, sum sitandi samgonga hevur tikið uppaftur frá fyrru ABC-samgonguni, har vanligar mannagongdir á Føroya Løgtingi í heilum vóru og verða yvirrúlaðar av útinnandi valdinum og undirbrotligum samgongutingmonnum, tí at ”serstaka týðandi” mál hava serligan skund á at vera loyst.
Nýtekningin av partapeningi í Pf. Smyril Line er eitt dømi um mál, harið víkjast mátti frá øllum tíðarfreistum, tí at ivasamar og sera prinsippiellar avgerðir máttu skundast ígjøgnum á miðjari nátt. Løgtingsmál no. 37/2008 hevur fingið somu lagnu. Ríkislógartilmælið um ríkisveitingina komandi ár er helst mesta meginreglumálið í tjóðskaparpolitiska stríðnum hjá Føroyum yvirhøvur. Tí kann tað tykjast løgið, at málið ikki er komið til viðgerðar fyrrenn ídag.
14. Oktober 2008 bønar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, í brævi donsku ríkisstjórnina um at fáa 615,5 milliónir krónur sum veiting í 2009. Lars Løkke Rasmussen er sjálvandi skjótur í vendingini, heilivágurin í framhaldandi donskum hjálandapolitikki flýtur mjúkliga ímillum londini, og longu dagin eftir skrivar hann heimastýrisins fíggjarmálaráðharra í brævi, at danska stjórnin er sinnað at ganga brennandi føroyska ynskinum á møti. Danski fíggjarmálaráðharrin leggur uppskotið fram á Fólkating 30. Oktober 2008. 1. viðgerð var á danatingi hósdagin 6. november, og haðani fór málið í nevnd.
Sama dag, sum málið varð lagt fram, skrivar fulltrúin Joakim Søndergaard Hansen úr Finans-ministeriet til danska ríkisumboðsmannin í Føroyum, at: ”Det er i lovforslaget forudsat, at hjemmestyrets endelige udtalelse foreligger inden lovforslagets 3. behandling i Folketinget. Denne udtalelse bør om muligt foreligge senest den 21. november 2008.” Altso, um tríggjar sólaringar. Roknast má við, at Ríkisumboðið hevur varskógvað Fíggjarmálaráðið um hesa áseting, tí kennist tað heilt margháttligt, at uppskotið ikki kemur til viðgerðar á Føroya Løgtingi fyrrenn 18. november 2008, ella tríggjar dagar fyri tíðarfreistina hjá dønum, serliga táið mann so eyðmjúkliga hevur bønað og biðið um hendan peningin.
Ríkisveitingin er gjald fyri vald. Eftir stríðslok, táið tjóðskaparpolitisk bylting tók seg upp í Føroyum, vóru góð ráð dýr hjá dønum, skuldu teir framhaldandi gøllhalda danska hjálandinum Føroyar í síni politisku sferu. Ein partur av strategi´ini var, at leggja pening ímillum londini, soleiðis at ein meiriluti av føroyingum so við og við skuldi gerast somikið politiskt materialiseraður, veikur í politiskum knøðum, akslum, mergi og sál, at alt kjak í Føroyum kom at snúgva seg um búkin, um at liva ella at yvirliva, við ella uttan veiting. Tað ráddi um, at geopolitiska støða danska ríkisins varð varðveitt í norðurhøvum. Danska snildið hevur higartil vunnið í stóran mun. Heilt fram til stóru kreppuna í nítiárunum vaks danska ríkisveitingin skjótari enn búskapurin annars. Hetta forðaði ikki fyri einum heimastýrisbankarotti, sum slær øll met í vanlukkum fyri eina heila tjóð. Helst var júst ríkisveitingin orsøkin til politiska ábyrgdarloysið og kreppuna.
Hvat ilt ið hon annars var, so hevði kreppan tó ta avleiðing, at eitt søguligt gap kom í búskaparstøðu landsins, har tað eisini í tjóðskaparpolitiskum høpi bar til at leggja til rættis eina fíggjarskipan, sum laðaði bondini landanna millum niður. Bæði búskaparliga og politiskt. Fullveldislandsstýrið gjørdi í mun til tað, sum frammanundan var farið fram, tað bragd, frá 2002 at rokna, at ríkisveitingin var læst føst á 615,5 milliónum krónum um árið. Prístalsviðgerðin varð tikin úr skipanini. Varð hetta ikki avrátt tá, hevði ríkisveitingin verið komin uppá 1,4 milliardir krónur um árið, og bundnið av árligu donsku innspræningini hevði tá verið somikið avgerandi fyri føroyska búskapin, at stríðið fyri einum sjálvberandi búskapi, og harvið fyri politiska frælsinum, hevði verið mikið meira møtimikið enn tað er í dag.
Árini fullveldislandsstýrið sat, varð rikin ein sera ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpolitikkur. Mest orsakað av tí greiða politiska málið samgongan hevði í sínum skjøldri. Føroyski staturin. Yvirskot á fíggjarlógini øll 6 árini, slakar tríggjar milliardir tilsamans. Eftir tað gjørdist ríkisveitingin aftur partur av ábyrgdarleysum kolonipolitikki. ABC-samgongan fyrra, undir javnaðarleiðslu, leyp á inntøkur landskassans ígjøgnum ein monetaristiskan skattapolitikk, bert til frama fyri tey vælbjargaðu, avgjøld av forbrúki skuldu nú gjalda gildið, ímeðan útreiðslurnar spolaðu uppeftir. Fíggjarkervið spældi við á síðulinjuni, soleiðis at alt eina løtu sá so sára gott út. Teir pumpaðu frívirðini uppundir tróðrið á hvørjum sethúsi í landinum, sum aftur endaðu í yvirforbrúki, sum partvíst rann innaftur í landskassan – ígjøgnum avgjøld og meirvirðisgjøld. Hetta endaði sjálvandi sum hjá kellingini, og teir vóru ávaraðir í ólukkumát.
Nú sita teir aftur við valdið, og Javnaðarflokkurin er sloppin at sita á kassanum, og har sigur hann seg stórtrívast, nú teir sleppa at rudda upp eftir sína egnu vanstýring, frá árunum 2004-2008. Sambært formanninum fær flokkurin ikki rikið politikk uttan so, at allur heimurin er bólturin rút búskaparliga fleiri ferðir. Nú fæst at síggja hvussu tað fer at vignast, tí veruleikin um landskassan eftir fýra ára ABC-heimastýrisstjórn er, at kassin hevði verið skralltómur og meira til, um tveir triðingar av Føroya Banka og ein triðingur av Atlantsflog ikki vóru seldir. Verða íslendska lánið, sum annars er eitt skilagott átak, lánsbrøvini fyri slaka milliard krónur og hallið á fíggjarlógini í 2009 tikin við, er stórt hall í landskassanum, og ásetingin um 15% av bruttotjóðarúrtøkuni langt síðani sprongd, hetta, í eini tíð táið alheims fíggjarmarknaðurin er so illa sperdur, at har er ikki ein króna at fara eftir. Ætlanin var ongantíð at hendan realiseringin av almennum aktivum skuldi enda sum cash-flow hjá eini yvirforbrúkandi ABC-samgongu. Avkastið skuldi í ein búskapargrunn, og okkara greiða tilmælið var, at hesin partvíst skuldi nýtast sum skiftistíð í niðurlaðing av ríkisveitingini, soleiðis at vit eftir fáum árum kundu loysa okkum úr donskum peningafjøtrum. Fyri at tryggja átakið fram í sjálvstøðuga føroyska statin búskaparliga.
Hesar 615,5 milliónir krónurnar, sum vera nevndar í uppskotinum, eru pettaðar saman av serforsorg (117), fólkapensión (213,3), heilsuverki (283,6) og Fiskirannsóknarstovuni (1,6). Flestu føroyingar munnu hava ta áskoðan, at tað frameftir eigur at vera okkara egni lutur, at gjalda fyri hesar týðandi funktiónir í føroyska samfelagnum.
Hóast ríkisveitingin í mun til føroysku uppdriftina, búskapin, er evarska lítil í dag, so tykist tað sum, at politiski týdningur hennara er at kalla hin sami sum áður. Og hon virkar framvegis samsvarandi dagsskránni hjá dønum, táið fyrst refusiónsskipaninar og síðani heildarveitingin, vórðu skipaðar sum kompromitterandi amboð í framhaldandi valstøkuni av Føroyum. Sambandsflokkarnir hava brúkt og brúka hana sum ræðumynd fyri eina ótrygga framtíð, Fólkaflokkurin er nú vorðin ein beinleiðis partur av hesum átaki, ímeðan Tjóðveldi einsamalt hevur stríðst fyri niðurlaðing skjótast gjørligt. Sigast má, at hesin danski kílin hevur verið serstaka árinamikil, og seinasta dømið um tað er ikki kølnað í politisku grøvini enn.
Høvdu javnaðarmenn á tingi og í landsstýri ikki fingið kálvahjartað, táið teir royndu eina nýggja leið í sjálvstýrisspurninginum, í CHE-samgonguni, hevði viðgerðin í dag verið um eitt heilt annað uppskot. Um eina trý ára avtalu við donsku stjórnina, har veitingin skuldi vera 498,5 milliónir krónur um árið. Samsvarandi sáttargerðini, samgonguskjalinum, sum formaður javnaðarfloksins framvegis rópar fyri tað besta nakrantíð. Á fundi í ”lítlu samgongu” avráddu og avgreiddu vit spurningin, men fingu at vita, at spurningurin sjálvandi mátti konfirmerast í baklandinum hjá hesum flokki, sum nú tóktist vera hvokkin úr síni gomlu sambandsslóð. Boðini skuldu flytast okkum á landsstýrisfundi fyrrapartin mánadagin 15. September 2008. Fundurin varð avlýstur við stuttum skotbrái, eftir marathon-fundarvirksemi í Javnaðarflokkinum vikuskiftið frammanundan, og sama seinrapart kl. 15. varð tað greitt, at tað sum vit høvdu avrátt og avgreitt á fundi í ”líltu samgongu” – Jóannes Eidesgaard, Eyðgunn Samuelsen, Karsten Hansen, Jenis av Rana, Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen, var kolldømt í Javnaðarflokkinum, tí hevði oddviti javnaðarfloksins onki annað val, enn at svíkja allar gjørdar avtalur, og at leita sær aftur í føvningin á føroyskum sambandskreftum, har sum flokkurin trívist, og nú er farin at síggja eina hvørvisjón í eystri aftur. Hetta var meginorsøkin til slitið, og tað kemur rættiliga til sjónar í uppskotinum, sum er til viðgerðar.
Ynskiligt hevði verið, at til bar at koma til sáttar, dana og føroyinga ímillum, at ríkisveitingin kundi verið høgd niður í stigum eftir fáum árum. Politiskur meiriluti tykist vera fyri at halda fast um støðugt dansk gjald fyri samsvarandi danskt vald, hinvegin hevur Tjóðveldi ongantíð vikið frá síni upprunastevnu, sum er sjálvberandi búskapur og einar politiskt frælsar Føroyar. Tí mælir minnilutin til, at Føroya Landsstýrið fer undir samráðingar við donsku ríkisstjórnina alt fyri eitt, soleiðis sum danski fíggjarmálaráðharrin eisini hevur játtað, har miða verður eftir eini 4 ára skiftistíð, soleiðis sum eisini danir mæltu til eftir samráðingarnar á heysti 2000. Okkara tilmælið er harvið, at veitingin í 2009 verður ásett til kr. 492,4 milliónir, í 2010 kr. 369,3 milliónir, í 2011 kr. 246,2 milliónir, í 2012 kr. 123,1 milliónir og í 2013 0,- krónur. Stórur munur er ikki á hesum og útsøgnini hjá verandi fíggjarmálaráðharra og táverandi løgmanni, táið hann á almennum fundi í Keypmannahavn segði frá ætlanum sínum um, at ríkisveitingin skuldu vera burtur í 2015. Formaður Fólkafloksins hevur verið frammi við á leið sama boðskapi. Samsvarandi hesum setur minnilutin fram soljóðandi broytingaruppskot:
§1. ”Staten yder for 2009 et tilskud på 492,4 mio. kr. til Færøernes hjemmestyre.”
Á Føroya Løgtingi, 18. November 2008
Annita á Fríðriksmørk Tórbjørn Jacobsen




