3.deildarfelag fekk heimadyst móti verandi steypavinnarunum, ið eisini er felagið við flestu áskoðarunum.
3.deildarfelag fekk heimadyst móti verandi steypavinnarunum, ið eisini er felagið við flestu áskoðarunum.
Í kvøld var lutakast um, hvussu spælast skal í 1/8 finalunum í kappingini um løgmanssteypið. Tvey lið, sum ikki spæla í trimum teimum bestu deildunum vóru við og tey fingu bæði tvey av stórfeløgunum. Sum oftast hava hesi feløgini úr lægru deildunum ynskt at fingið okkurt av størstu feløgunum og soleiðis bleiv hesaferð. Undrið FF fekk heimadyst móti KÍ og tað er ein endurtøka av dystinum í 2011. Tá vann KÍ tepran sigur á 2-0. Tann dysturin bleiv í samráð millum bæði feløgini fluttur til Klaksvíkar. So vil tíðin isa, um tað sama hendir hesaferð. Hitt liðið er MB og MB skal spæla á útivølli móti HB. Tvær uppgerðir eru millum lið, ið spæla í bestu deildini. Tað er grannauppgerð millum EB/Streym og Skála, meðan 07 Vestur fær vitjan av NSÍ. Dystirnir vera spældir 2. apríl.
1/8 finalurnar eru hesar:
AB – TB/FC Suðuroy/Royn
B68-Víkingur
EB/Streymur-Skála
B36-B71
07 Vestur-NSÍ
HB-MB
ÍF-Giza Hoyvík
Undrið-KÍ




