Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung fyri Miðflokkin

Oliver Joensen

Á aðalfundi í Ung fyri Miðflokkin á Sjómansheiminum í Klaksvík, var nevndarval á skránni.

Leygardagin 17.03. hevði Ung fyri Miðflokkin aðalfund á Sjómansheiminum í Klaksvík. Skráin var smb. viðtøkunum. Umleið 20 ung vóru møtt til fund.
Karsten Hansen luttók, og greiddi hann frá sínum politiska lívi, og tilgongdina viðv. §266b, og teir tankar hann gjørdi sær undir og eftir viðgerðina. Eisini hevði hann eina áheitan til tey ungu, um at gera seg galdandi, og standa upp fyri teimum etisku virðunum.

Eisini var formansfrágreiðing, har nevndin greiddi frá virkseminum síðan seinasta eykaaðalfund.

Nakrar viðtøkubroytingar vóru lagdar fram, og blivu hesar góðkendar.

Nevndarval var á skránni, og eftir valið, sær nevndin soleiðis út:
Arni Abrahamsen, Skipanes – formaður
Tóri Højgaard, Rituvík – næstformaður
Rut M. í Grund, Syðrugøta – skrivari
Signar á Fríðufløtum, Strendur – kassameistari
Eva Sofía Lilaa, Saltangará – Nevndarlimur
Eykalimir eru:
Maria Højgaard, Toftir
Rani á Borg Eyðunsson, Tórshavn

Nevndin legði fram ætlanir um framtíðarvirksemið, og tók fundurin undir við teimum. Ætlanin er at felagið skal gerast munandi meira virkið, enn tað hevur verið seinastu árini. Við tað at valár er, vónar felagið at kunna gera ein munagott arbeiðið hetta fram til valið.

Blíðar heilsanir

Arni Abrahamsen
Formaður í UfM