Aftur í ár verður skipað fyri Ung í Arbeiði, har tilmeldingin fer fram á www.klaksvik.fo. Freistin at søkja er úti 1. juni 2015.
Tonja Ziskason, toymisleiðari fyri børn og ung, upplýsir fyri heimasíðuni, at tilmeldast kann nú talgilt, beinleiðis her á www.klaksvik.fo á hesari slóðini: http://www.klaksvik.fo//data/attachments/88A925A6-60BC-4BF8-9177-771AB826B371/A4A684B2-6283-4DD5-86A2-F90711C73FC2.pdf
Tey ungu, sum kunnu luttaka í Ung í Arbeiði 2016 skulu búgva í Klaksvíkar Kommunu og verða fylt 14 ár, áðrenn arbeiðstíðarskeiðið byrjar tann 4. juli 2016, men ikki verða fylt 17 ár, áðrenn arbeiðstíðarskeiðið er liðugt tann 12. august 2016.
Arbeiðstíðarskeiðini, sum veljast kunnu ímillum, eru trý í tali: vika 27-28, vika 29-30 ella vika 31-32.
Umsóknarbløð til Ung í Arbeiði skulu latast: Klaksvíkar kommunu, Miðlan, klaksvik@klaksvik.fo
– Seinasta freist at søkja er mikudagin 1. juni 2016, og eftir tað fáa umsøkjararnir svar, um teir kunnu verða við í ár, og hvar teir koma at arbeiða, upplýsir Tonja Ziskason, toymisleiðari fyri børn og ung.




