Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung í arbeiði 2017

klaksvik.fo

Umsóknarblaðið til Ung í Arbeiði er lagt á heimasíðuna klaksvik.fo

Umsóknarblaðið til Ung í Arbeiði er lagt á heimasíðuna klaksvik.fo

Á heimasíðuni klaksvik.fo er lagt umsóknarblaðið “Umsókn til Ung í Arbeiði” til ber har at printa hana út og síðani lata hana inn til Klaksvíkar kommunu, Miðlan, ella senda hana umvegis teldupostbústaðin klaksvik@klaksvik.fo

Tey ungu, sum kunnu luttaka í Ung í Arbeiði 2017 skulu búgva í Klaksvíkar Kommunu og verða fylt 14 ár, áðrenn arbeiðstíðarskeiðið byrjar tann 3. juli 2017, men ikki verða fylt 17 ár, áðrenn arbeiðstíðarskeiðið er liðugt tann 11. august 2017.

Arbeiðstíðarskeiðini, sum veljast kunnu ímillum, eru trý í tali: vika 27-28, vika 29-30 ella vika 31-32.

– Seinasta freist at søkja er mikudagin 31. mai 2017, og eftir tað fáa umsøkjararnir svar, umvegis teldupost, um teir kunnu verða við í ár, umframt hvar og nær teir koma at arbeiða.