Aftur í ár skipar Hvannasunds kommuna fyri tiltakinum “Ung í arbeiði”. Tiltakið er fyri ung í aldrinum 14 – 18 ár.
Í ár eru 29 ung við í “Ung í arbeiði” hjá Hvannasunds kommunu. Tey arbeiða í tveimum liðum. Hvørt liðið arbeiðir í tvær vikur. Fyrsta liðið er liðugt, og kann ikki sigast annað enn, at tey hava fingið nógv frá hondini. Seinna liðið er í gongd í løtuni.
Arbeiðið, ið tey ungu gera, er ymiskt, so sum at sláa gras, lúka og hampa í bygdunum. Undanfarnu ár hava tey ungu verið við til at gera gamla fjøruvegin, ið gekk av Kyrjarheyggi og út í Buð aftur. Tey hava harumframt longt vegin norðureftir og suðureftir, so tað nú slepst eftir honum úr Sandoyrarbug og út til kirkjuna. Henda verkætlanin er liðug, og hava fólk verið glað fyri fjøruvegin.
Hvannasunds kommuna hevur avgjørt at halda fram við at gera fjøruveg og er ætlanin, at hann skal liggja allan vegin fram við sundinum, so møguligt verður at taka eina “strandprominadu”. Eisini er ætlanin at gera hvílingarpláss, so ein kann seta seg niður og njóta ta vøkru náttúruna á staðnum.
Hvannasunds kommuna hevur eisini aðrar verkætlanir í gongd í løtuni. Ùtbyggingin av skúlanum á Fossanesi er um at verða liðug, og sjøtil er settur á at gera nýggja vatngoymslu. Eisini eru fyrireikingar at gera nýggjan barnagarð farnar í gongd.




