Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ung í Føroyum í Føroya Banka

Oliver Joensen

Framsýningarhølini hjá Føroya Banka í Klaksvík, eru fram til og við hósdagin karmur um framsýning av parti av tilfarinum frá ungdómslistastevnuni "Ung Í Føroyum 2003", sum var ein tvørlistarlig ungdómsstevnja í Norðurlandahúsinum.

&0 ungfólk í aldrinum 13 til 18 ár høvdu møguleika at royna sítt hugflog á 6 ymiskum verkstovum innan myndlist, dans, tónleik v.m.
Fyri tey ungu var hetta eitt sera hendingarríkt vikuskifti við góðum møguleikum at royna teirra listarligu dreymar, og tey fingu nógv burturúr bæði listarliga og persónliga.
Hetta er aðru ferð ein tílík stevna verður hildin, og eins og fyrru feerð, hevur Føroya banki stuðlað tiltakinum.

Harleyfacadeacryl