Karla Dánjalsson og Ann Kristina Samuelsen, sum eisini hava runnið í gjøgnum tunnilin, hugleiða um hvussu tær fara at brúka tunnilin framyvir.
Hvat er tín meining um tunnilin?
Karla: Eg haldi tað er virkiliga deiligt at tunnilin er komin nú. Alt verður nógv lættari og skjótari, eg eri sera spent til tann 29.apríl, tá tað verður koyrandi gjøgnum.
Ann Kristina: Eg haldi at tað er orduliga gott at tunnilin er komin. Tá kann ein bara fara ein túr til Eysturoynna, tá ein hevur hug, og so verður tað eisini nógv lættari at fara t.d. at ferðast.
Hvussu upplivdi tú renningina? Var tað eitt gott upplivilsi?
Karla: Ja, eg rann ígjøgnum, tað vara stuttligt haldi eg, men eisini eitt sindur strævið, helst tá mótbrekkan kom. Tað var eisini deiligt at fáa leskiligt tunnilsvatn á botninum.
Ann Krinstina: Eg haldi at tað var sera hugnaligt at renna ígjøgnum. Av tí at hettar ikki er nakað, ið ein kann gera dagliga, verður tað vert at minnast.
Hvørjar broytinar roknar tú við fara vera fyri Klaksvíkina?
Karla: Tað verður heilt sikkurt ein stór positiv broyting fyri Klaksvíkina.
Ann Kristina: Eg vænti, at tað verður nógvar broytingar fyri Klaksvíkina, bæði positivar og negativar. T.d. vænti eg, at nógv av teimum ungu fara at vera nógv í Eysturoynni, av tí at har eru nógv ymisk tiltøk, ið ikki eru her.
Fer tað at vera ein broyting fyri teg?
Karla: Ja heilt avgjørt. Eg skal ganga í miðnámsskúa á kamsdali um stutta tíð, so verður deiligt at sleppa koyra í skúla. Eisini gott at kunna fara ein túr til Eysturoynna ella onkrastaðni uttan at hugsa um at skula sova har, so kann man fara heim tá man vil. Tað verður ein stór broyting fyri klaksvíksingar.
Ann Kristina: Ja, men ikki nakað serligt. Eg haldi tað er so deiligt, at tað verður lættari at ferðast, og eg vænti, at eg fari til t.d. til Runavíkar at hyggja eftir klæðum saman við vinkonunum, men so ikki nakað serligt meir enn tað. Um eg hevði skula gingið í skúla har, so hevði eg nýtt hann enn meira.




