Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unga ættarliðið tekur við

Danial Viðoy

Tað er týdningarmikið at unga ættarliðið tekur við eftir tað gamla. Soleiðis er innan øll økið. Vit kunnu nevna fótbólt, politikk, fiskivinnu, grindadráp og nógv annað. Tað er eisini av stórum týdningi at fjall og fletting verður hildin við líka, tí hetta er ein av høvuðs mentanararvum føroyinga. Ein avgamal arvur, ið ikki skal detta niðurímillum. – Tað eru fleiri smádreingir, ið gera nakað við at halda hesum arvi á lívi.

Mánakvøldið flettu tveir smápiltar eitt lamb. Stuttligt var at síggja teirra ágrýtni. Myndirnar, ið tiknar vórðu, tala fyri teirra áhugað fyri seyði.

Ungir men tó

Hesir báðir knassarnir eru ungir. Báðir eru frá sama árgangi, annar er átta og hin fyllir átta fríggjadagin. Hóast unga aldurin hava hesir báðir víst seyði ans í nógv ár. Og tað er ikki frítt at teir hava skil fyri seyði longu.

At skyna á, hvussu littir seyðurin er, er komið upp á pláss. At halda skil á, hvat hvør seyður vigar til tess at fortelja pápunum, ið eru sjómenn, kunnu teir eisini. – Jú áhugin er har.

Ójavnt er nær

Tað er ójavnt hvussu stórur áhugin hjá smádreingjum er. Summir fella heilhjartaðir fyri seyði í sera ungum aldri sum hesir báðir, meðani summir als ikki hava hug. Men tað eru saktans eisini nógvir, ið ikki halda seg til í ungum aldri, men sum seinni gerast sera áhugaðir og raskir. – Tað er helst okkurt í føroyska blóðinum, sum ger at áhugin fyri seyði kemur fyrr ella seinni.

Ein sunnur tendensur

Við sjóneykuni hjá undirritaða sær tendensurin innan seyðahald og fletting ikki so galin út. Kring undirritaða eru tað nógvir ungir mans, ið halda seg framat og taka við eftir teimum gomlu. Hyggur tú eisini í miðlarnar (ikki minst teir sosialu), sært tú nógvar tíðindastubbar og myndir av fletting og fjalli, har yngra ættarliðið er við. Nei tað sær ikki so galið út. Tað er gott.

Harleywoodpaint