Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unga ættarliðið vil samstarva heldur enn at loysa

DÁNJAL VIÐOY

Tað er er ein dagur til Grønlendska valið verður. Í næstsíðstu viku segði Aleqa Hammond speiskliga, at tað einasta hon hevði lært frá danskarum, var at teir høvdu lært hana at gera brúna sós. Men tað yngra ættarliðið hevur eftir øllum at døma lært meira frá danskarum, og hava nógv gott at bera dønum

Tað er er ein dagur til Grønlendska valið verður. Í næstsíðstu viku segði Aleqa Hammond speiskliga, at tað einasta hon hevði lært frá danskarum, var at teir høvdu lært hana at gera brúna sós. Men tað yngra ættarliðið hevur eftir øllum at døma lært meira frá danskarum, og hava nógv gott at bera dønum

– Tey ungu vilja samstarva, sigur Niviaq Korneliussen, ið er undir hægri lesnaði í Aarhus.

Danial Viðoy

Niviaq Korneliussen lesur sálarfrøði í Aarhus. Umframt tað virkar hon sum rithøvundur. Í 2012 vann hon eina stuttsøgukapping og sama árið gav hon skaldsøguna HOMO sapienne út, sum í høvuðsheitum snýr seg um at viðurkenna allar samfelagsbólkar, eisini samkynd. – Viðurkenningin av øllum samfelagsbólkum hevur ikki vunnið frama í Grønlandi enn; tískil er gott við íblástri úr Danmark, heldur Niviaq Korneliussen, sum danska blaðið Information hevur gjørt samrøðu við.

Tey eldru eru tíðum rasistiskt

Information hevði samrøðu við Niviaq Korneliussen á Norðuratlansbryggjuni, ið hevur í hyggju at styrkja mentanarliga samstarvið millum Danmark, Grønland, Ísland, Føroyar og øll hini Norðurlondini.

– Men Grønland er ein eftirbátur. Tí vit, serliga eldra ættarliðið í Grønlandi, eru hálvavegna í verjustøðu mótvegis Danmørk; tí Danmark fyri nógvum árum síðani tók sær Grønland til hjáland (koloni). Hugburðurin má broytast, heldur Niviaq Korneliussen.

– Tað eldra ættarliðið er viðhvørt rasistiskt í síni útsøgn mótvegis dønum. Rópa hart um at kvetta sambandið við danskarar. Tey duga ikki at síggja, at samstarv við danskarar, kann tæna grønlendska fólkinum. Hygg bara eftir politikkaranum Alequ Hammond, ið júst er farin frá, sum segði, at tað einasta danskarar høvdu lært hana og grønland, var at gera brúna sós. Ein óheppin útsøgn, ið ikki gagnar nøkrum, hvørki Grønalandi ella Danmørk, greiðir Niviaq Korneliussen frá.

Samstarv gevur fleiri møguleikar

– Ung í Grønlandi, ið gjarna vilja samstarva við Danmark og aðrar tjóðir annars, gerast kedd av slíkum nationalistiskum útsøgnum. Tí at tey ungu ikki kenna til hasa vreiðina hjá eldra ættarliðnum mótvegis Grønlandi, men eisini tí at tey ungu duga at síggja, at samstarv tvørtur um hav einans er gagnligt. Tað síggja vit í øllum heiminum í dag, sigur ungi rithøvundurin úr Grønlandi.

Niviaq Korneliussen sipar m.a. til samstarvið um útbúgvingarmøguleikar. Hon flutti til Danmarkar seinasta summar og lesur nú sálarfrøði í Aarhus. Tað er gott at vera ungur í Grønlandi, men hevur man stórar ætlanir viðvíkjandi útbúgving, er minimalt av møguleikum í Grønlandi. Tí er tað sera gott, at vit hava møguleika, at nema okkum útbúgving í Danmark, sigur hon.

Blanding av mentanum styrkir grønlendska mentan

Niviaq Korneliussen sigur, at hon hevur lært nógv av danskarum, sum Grønland yvirhøvur kann læra nakað av. Hon roynir sjálv at spreiða hendan boðskapin sum rithøvundur. Tað manglar skaldskapur um ungdóm í Grønlandi og skaldskapur, ið kann vera við til at lýsa verðina uttanfyri Grønland í positivari eygum enn áður.

Hennara skaldsøga nemir við temaði um, at viðurkenna allar samfelagsbólkar; og í málbrúkinum roynir hon at blanda enskt og danskt upp í, til tess at elva til ein globalan samstarvsanda ístaðin fyri runublaking tvørtur um hav. – Samstarv er ein gongd leið, ja í roynd og veru tann einasta leiðin, sigur hon.

Eldra ættarliðið hevur ikki tikið væl ímóti skaldskapinum hjá henni, tí hetta ættarliðið metir, at hetta kann vera við til at oyðileggja grønlendska málið. Niviaq Korneliussen er ikki samd. – Vit læra danskt, enskt og grønlendskt í skúlanum, so hví ikki lesa eina bók, ið blandar hesi málini eitt sindur? Vit skulu jú læra tað hóast alt!

– Eg havi ikki í hyggju at oyðileggja grønlendskar siðvenjur og grønlendska mentan. Tað er í gjøgnum samstarv við onnur lond, at vit gerast varug við, hvussu ríka traditión vit grønlendarar hava. Samstarv og bland av máli skaðar ikki, tað harafturímóti styrkir, sigur Niviaq Korneliussen avgjørd at enda.