Um vikuskiftið var árligi aðalfundurin hjá Ungdommens Nordiske Råd (UNR), sum er samsvarandi felagsskapur við Norðurlandaráðið, bert fyri ungdóms politikarar
Um vikuskiftið var árligi aðalfundurin hjá Ungdommens Nordiske Råd (UNR), sum er samsvarandi felagsskapur við Norðurlandaráðið, bert fyri ungdóms politikarar
Ein partur av aðalfundinum er at velja forseta. Í ár, sum nakað heilt serligt, hevði Bjarni Kárason Petsersen, Framsøkin Ung, stillað upp til at gerast forseti. Eitt embætið, sum eingin føroyingur hevur hildið áður.
Tá atkvøðugreiðslan so fall í dag, varð Bjarni akkurát ov stuttur. Atkvøðugreiðslan endaði 54-51 til Finsku Kati Systø frá Grøn Ungdom.
Sermerkt var, at Unga Tjóðveldið við 3 atkvøðum og Sosialistisk Ung (ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum) við 1 atkvøðu niður-atkvøddu føroyska valevnið.
Hevði Unga Tjóðveldið ella bæði ungmannafeløgini atkvøtt á føroyska valevnið, so hevði forsetin í UNR í dag verið føroyingur. Hetta hevði m.a. merkt, at hann fekk fastan sess í Norðurlandaráðnum og skuldu Bjarni eisini hildið røðu fyri forsætisráðharrum, ráðharrum og norðurlendskum umboðum til “general-forsamlingina” hjá Norðurlandaráðnum í næstu viku.
(myndin er frá 2014)




