Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum er stovnað

Oliver Joensen

Tann 29. sept. í ár vóru fýra ung, sum settu seg saman og stovnaðu felagið, tí tey meintu, at vit ungu í Norðoyggjum eisini skulu gera vart við okkum og okkara sjónarmið viðvíkjandi ymiskum, ið fer fram rundan um okkum. Men høvuðsmálið var og er, at vit ungu skulu hava tað skeg saman á fullveldisleiðini. Hesi fýra vóru: Bjørn Friður Mikladal, Kristian Mikkjalsson Joensen, Sigurd H. Mikladal og Gunnhild Dahl Niclasen. Nú tá alt fyrireikingararbeiðið so sum visitkort, innlimingarseðil og heimasíða er klárt, fara vit at skipa fyri tí fyrsta tiltakinum. Tað er eitt café-kvøld, har øll áhugað kunnu møtast og hugna sær. Café-kvøldið verður 6. des. kl. 19-23 á loftinum á Heimavirkinum í hølunum hjá Klaksvíkar Bridgefelag. Á kvøldinum verður eisini møguligt at gerast limur í felagnum. Lýsingar um kvøldið eru at síggja á plakatum, sum hanga runt nógvastaðni í býnum.
Tey, ið gerast limir í Unga Tjóðveldinum í Norðoyggjum, eru við til at skapa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, fáa ávirkan, taka ábyrgd, taka virknan lut í at skapa egna framtíð og gera møguleika til veruleika, men snýr seg ikki bara um politikk, tað er stuttligt og áhugavert at vera limur í Unga Tjóðveldið í Norðoyggjum, og tí skipa vit eisini fyri hugnaløtum, veitslum og øðrum tiltøkum, sum samansjóða limirnar.

Harleywoodpaint