Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómar frægir í ÆGIR

Oliver Joensen

Ægir hevur higartil vunnið 10 gull, 4 silvur og 4 bronsumerki í svimjikapping í Havn, sum endar í kvøld. Sagt verður úr Havn, at framgongdin hjá Ægir er eyðsýnd.

Ungdómar frægir í ÆGIR

Ægir hevur higartil vunnið 10 gull, 4 silvur og 4 bronsumerki í svimjikapping í Havn, sum endar í kvøld. Sagt verður úr Havn, at framgongdin hjá Ægir er eyðsýnd.
Um vikuskiftið luttaka 10 svimjarar úr Ægi í eini svimjikapping í Havn, sum Havnar Svimjifelag (HS) er vertur fyri.
Tá vit leygarkvøldið høvdu Sørin Olsen venjara í telefonini, lat hann væl at gongdini, og hann fegnaðist um tey góðu úrslitini ið summir av svimjarum hansara høvdu fingið tann dagin.
Tey yngru gera
sjónlig framstig.
Seinnu árini hevur hópurin av kappingarsvimjarum hjá Ægi verið skert, og enn er tað ikki komið uppaftur á tað støðið, sum tað var á, tá Ægir var í allarfremstu røð.
Men Sørin greiðir frá, at framgongdin tó er heilt týðilig.
– Fyri tað fyrsta er eitt stórt ættarlið av ungum svimjarum á veg upp, sum vónandi og væntandi seinni fara at fáa nógv góð úrslit.
– Fyri tað næsta havi eg í dag fingið staðfest eina góða framgongd hjá teimum yngru svimjarunum úr Ægi, sum eru við í hesi kappingini.
– Ja, eg vil siga tað soleiðis, at í dag hava teir yngru svimjararnir hjá okkum víst vegin, sigur Sørin.

Venjingar geva úrslit.
Sørin er ikki í iva um, at tað er tann miðvísa venjingin, sum nú er farin at síggjast aftur í medaljum og nevnir í tí sambandi m.a. Poul Johnsson Færø, Moniku Biskopstø, Gunnrið Dam og Susan Reinhardt, sum leygardagin vístu góð avrik í svimjikappingini..
– Kristian og Natalia, sum eru tey elstu í hópinum, hava sera stóran týdning fyri felagið og ikki minst fyri teir yngru svimjararnar. Góðu úrslitini hjá Kristiani og Nataliu geva teimum yngru nakað at stíla fram ímóti. Somuleiðis hevur Bjarni seinastu tíðina rættiliga tikið dik á seg.
– Í dag var tað serliga Poul, sum hevur staðfest síni framstig, m.a. við at vinna gull í 400m frísvimjing og silvur í 200m frísvimjing, sigur Sørin, sum eisini nevnir Kristian Martin Joensen og so tær tríggjar, Monika, Gunnrið og Susan, ið sambært venjaranum hava víst góð framstig.
– Vit eru nú farin úr 3 upp í 5 venjingar um vikuna hjá hesum svimjarunum, sum manna 1. og 2. lið.
– Hetta er sjálvandi ein stór øking fyri svimjararnar í prosentum er hetta ein øking av venjingum upp á heili 67%, og tað ger eisini mun.
– Enn er so stutt liðið út á veturin, men um svimjararnir halda fram at kubba sekundini av tíðunum, so verður spennandi at síggja, hvat úrslitið kann blíva til várs, tá UM-kappingin verður.


Heiðursmerkini, sum ÆGIR vann leygardagin:

Kristian Olsen (f. 1985) 3 gull og 1 bronsu
Gull í 1500m frísvimjing
Gull í 200m frísvimjing
Bronsu í 50m firvaldasvimjing
Gull í 100m frísvimjing

Natalia Reinhardt (f. 1989) 4 gull
Gull í 50m bringusvimjing
Gull í 50m firvaldasvimjing
Gull í 200m firvaldasvimjing
Gull í 100m frísvimjing


Bjarni M. Petersen (f. 1992) 1 gull og 2 bronsu
Bronsu í 50m bringusvimjing
Bronsu í 50m firvaldasvimjing
Gull í 100m bringusvimjing


Poul Johnsson Færø (f. 1993) 1 gull og 1 silvur
Gull í 400m frísvimjing
Silvur í 200m frísvimjing


Kristian Martin Joensen (f. 1994) 1 silvur
Silvur í 100m ryggsvimjing


Susan Reinhardt (f. 1994) 1 gull og 1 silvur
Gull í 200m firvaldasvimjing
Silvur í 50m firvaldasvimjing




Ægir stafettir 1 silvur og 1 bronsu
Silvur í 4x100m medley (Kristian Martin Joensen, Bjarni M. Petersen, Kristian Olsen, Poul J. Færø)
Bronsu í 4x100m medley (Gunnrið Dam, Monika Biskopstø, Natalia Reinhardt, Susan Reinhardt)




Ægir samanlagt (leygardagin) 10 gull, 4 silvur og 4 bronsu