Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómar trívast í samkomuhúsum

10. flokkur – Miðlar

Samkomurnar í Klaksvík liggja ikki á tí løtu síðuni, tá ið ræður um tilboð til ung í vikuskiftinum.

Fyri einum góðum ári síðani var farið undir at skipa fyri at hava opið hús í Betesda.
Hvørt leyðarkvøld koma ung saman at hugna sær. Hetta kvøldið er skipað øðrvísi enn ungdómsmøti.

Skráin fyri eitt vanligt leygarkvøld fevnir bæði um álvara og gaman. Dentur verður lagdur á at hava eitt fjøltáttað tilboð til tey ungu, sum samstundis kann geva teimum eina góða barlast.

Tað, sum er mest umráðandi er, at gleðiboðskapurin verður boðaður og síðani at hava eina hugnaliga og lætta samveru. Vanliga er tala og sangur á skránni og onkuntíð ein drama framførsla. Síðani eru ymisk spøl t.d. borðtennis, talv, pop, kort o.a. Eisini eru køkur og kaffi at fáa og onkuntíð suppa.
  
Tiltakið byrjar uml. kl. 21:00 og heldur fram til nakað eftir miðnátt.
 


Harleyfacadeacryl