Lega, ið Heimamissiónin skipar fyri, verður fyri ungdóm 18 ár og eldri umborð á Norrønu og í Bergen.
Heimamissións ungdómur (HM) fer í døgunum 1-5 mars at skipa fyri forkunnigari og spennandi legu. Legan byrjar hóskvøldið kl 18, tá Norrøna leggur frá landið. Umborð á Norrøna verða samansjóðandi tiltøk, møti og bíbliutímar. Komin til Bergen, fara leguluttakarnir á Bíbliuskúlan Bildøy at gista 2 nætur, meðan Norrøna siglir til Danmarkar og aftur til Bergen. Á uppihaldinum í Bergen koma norskir bibliuskulalærar at undirvísa. Leygardag seinnapart verður frí, har høvi m.a. verður til shopping. Leygarkvøldið fara vit helst at luttaka á einum stórum norskum ungdómsmøti í Bergen. Sunnumorgunin kemur Norrøna so aftur eftir luttakarunum, fyri síðan at føra tey heim aftur til Føroya. Her verður so aftur undirvísing, møti og hugni. Koma til Tórshavn mánamorgun kl 6.
Meir kunning og tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Heimamissiónini, sum er www.mission.fo
Kostnaðurin fyri túrin verður 800 kr fyri hvønn. Íroknað hetta er gisting og undirvísing umborð á Norrøna og í Bergen. Eisini er bussur til og frá bátinum íroknaður. Gist verður í 4. mans kømrum við WC-bað. Um ein ynskir 2. mans kømur, so kostar hetta 100 kr eyka fyri høvnn.
Aldursmarkið fyri túrin er 18 ár. Fyrireikarnir vóna síggja nógv eldri ung við á túrinum. Hetta er m.a. ein góður møguleiki hjá ungum hjúnum at koma á ungdómslegu aftur.




