Miðvísa ungdómsabeiðið, sum Stjørnan hevur havt seinnu árini, sæst nú aftur. Hóast tað ikki bleiv til nakað meistaraheiti í hesum kappingarárinum, so hava ungdómsliðini staðið seg væl. Tað var bert eitt lið, sum ikki megnaði at fáa heiðursmerki.
Gentur 17 fingu silvur, gentur 14-a fingu bronsu, gentur 14-b fingu silvur, gentur 12-b fingu silvur og gentur 10 fingur silvur. Herumframt fingu gentur 14-a silvur í steypakappingin. Tær leiktu seg í steypafinaluna, sum tær tó taptu.
Hondbóltssambandið er farið undir miðvísa talentvenjing av ungum leikarum, og her er Stjørnan væl umboðað.
Eftir dystin millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og Neistanum í dag, handaði formaðurin í Stjørnuni Kristoffur Ragnarsson nøkrum av liðunum heiðursmerkir. Formaðurin rósti leikarunum fyri teirra ágrýtni og nærlagni, Eisini takkaði Kristoffur venjararnum Ionel Gheorghe fyri hansara arbeiði í felagnum, samstsundis sum at hann kunngjørdi, at avtala er gjørd við Ionel um, at hann heldur fram sum høvuðsvenjari í felagnum komandi ár.




