Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómspolitikkur og ungdómspolitiskt arbeiði

Tíðindaskriv

Sjeyndi og seinasti skeiðsdagur í Tjóðveldi verður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum leygardagin 17. mai kl. 14-17, tá ungdómspolitikkur og ungdómspolitiskt arbeiði er til umrøðu.

Skeiðsdagur í Unga Tjóðveldi

Sjeyndi og seinasti skeiðsdagur í Tjóðveldi verður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum leygardagin 17. mai kl. 14-17, tá ungdómspolitikkur og ungdómspolitiskt arbeiði er til umrøðu.

Á hesum skeiðsdegi fara Firouz Gaini lektari í mannfrøði (antropologi) og samfelagsvísindum og Tráin Petursson Nónklett formaður í Unga Tjóðveldi at hava framløgur um ungdómsmentan, ungdómspolitikk og ungdómspolitiskt arbeiði.

Fyrst fer Firouz Gaini at hava framløgu um hvønn leiklut ungdómsmentanin hevur í ungdómspolitiska arbeiðinum?

Við støði í føroyskari og altjóða ungdómsgransking verður hugt nærri at sambandinum millum ungdómsmentanina og ungdómspolitisku málini. Ofta verður sagt, at ung umboða ein samfelagsbólk, sum er trupul at ‘fanga’. Men hvat merkir hetta í grundini? Og á hvønn hátt kann hetta sigast at ávirka politisku virðini og áskoðanirnar hjá teimum ungu? Framløgan hjá Firouz viðger hesi viðurskiftini úr einum mentanarfrøðiligum sjónarhorni.

Seinni partur av skeiðsdegnum fer at snúgva seg um ungdómspolitiskt arbeiði í verki. Tá fer Tráin Petursson Nónklett at greiða frá bygnaðinum í Unga Tjóðveldið, hvat ungmannafelagið tekst við og byggir sínar hugsjónir á. Umframt hetta verður greitt frá hvørja ávirkan eitt ungmannafelag kann hava á “móðurfelagið” við støði í ávirkanini hjá Unga Tjóðveldið í Tjóðveldi.

Skeiðsdagur fyri øll áhugað

Øll eru væl komin at verða við á skeiðsdegnum. Skeiðsdagur um ungdómspolitikk verður á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) á Frælsinum í Havn.

Hyggið á FB-síðuna Politiskir Skeiðsdagar, har meira kunning er at fáa.