Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómssamfelagsmøtir í Klaksvík um vikuskiftið

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Um vikuskiftið verða Betesda og Badmintonhøllin í Klaksvík karmar um ungdómssamfelagsmøtir, har væntandi nógv ungfólk verða við.

Á breddanum hetta vikuskiftið í Klaksvík verða ymisk tiltøk og møguleikar fyri ungfólk.

– – –

Skráin byrjar fríggjakvøldið kl. 21:00 í Betesda, har eitt nú lovsongur, sangframførslur, vitnisburðar, kaffi, bønarrúm, videoklipp og tala verður á skránni.

– – –

Leygardagin frá kl. 13:00 til 21:00 hevur Betesda opið hús fyri ungdómi, har Nanna og David Lukama saman við øðrum góðum fólki eru vertir fyri einum hugnadegi, har ymiskir møguleikar fyri spølum og hugna verða gjøgnum dagin og út á kvøldið.

Kl. 15:00-15:45 og kl. 16:15-17:00 fer David Lukama at hava tveir bíbliutímar í Betesda.

Saman við konuni Nannu, sum er úr Klaksvík, er David útbúgvin og hevur arbeitt nógv við ungdómi, eitt nú í Onglandi.

– – –

Leygarkvøldið kl. 21:00 heldur tiltakið fram í Badmintonhøllini við eitt nú lovsongi, samrøðum v.m.

Eftir ein kaffisteðg frá 22 til 23 fer tónleikabólkurin TOS (Tollarar og Syndarar) á pallin og hevur framførslur í á leið hálvan tíma. TOS er ein tónleikabólkur, har teir flestu limirnir sigast at vera úr Eysturoynni, sum í seinastuni er blivin alt meira kendur fyri sínar sangir og stíl, sum er rættiliga væl umtóktur millum ungfólk.

Síðan er lovsongur aftur frá uml. k. 23:30, áðrenn Rógvi Joensen, trúboðari, sluttar av við einum orði frá Harranum.

– – –

Sunnudagurin byrjar aftur í Betesda við breyðbroyting kl. 11:00, har Bogi Simonsen tekur samanum við einum orði.

Síðan verður aftur farið niðan í Badmintonhøllina til eitt møti kl. 18:00, har eitt nú solosangur, samrøða og tala seta skránna.

Eftir hetta møtið verður ein góður biti, sum ungdómi dámar væl at fáa.

Til seinast á ungdómssamfelagsmøtunum hetta vikuskiftið verður ein lovsongsløta í Badmintonhøllini frá kl. 20 til 21, har Jákup Hansen tekur samanum og endar tiltakið.

Harleywoodpaint