Fríggjakvøldið, leygarkvøldið og 1. Hvítusunnukvøld skipa tey ungu í samkomuni í Betesda fyri ungdómstiltøkum, sum øll kvøldini byrja klokkan 22:00.
Ungdómstiltøk eru sjálvandi eisini partur av skránni fyri hesa samfelagsstevnuna.
“Opið hús”
fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið klokkan 22:00 skipa tey ungu fyri “Opið hús”, sum hetta kvøldið verður í Betesda. Møguleikar verða fyri ymiskum spølum í kjallaranum, og sjálvandi verður eisini drekkamuður at fáa.
Umleið kl. 23:30 verður ein stutt andakt við nøkrum lovsongum og einum boðskapi frá Jákup Eli Østerø.
“Spæl og samvera”
leygarkvøldið
Leygarkvøldið kl. 22:00 verður eitt øðrvísið ungdómstiltak í Badmintonhøllini, sum verður nevnt “Spæl og samvera”.
Hesa løtuna verða nógvir ymiskir møguleikar at royna í Badmintonhøllini, eitt nú borðspøl, borðtennis, tekning, mála málningar, manicure, tónleikahorn/’jamm’, drekkamunn, bókahorn og felagsspøl.
Skráin heldur fram við lovsangi, sum byrjar umleið kl. 23:40, og á midnátt talar Rógvi Joensen.
“Opið hús” í Badminton-
høllini sunnukvøldið
Sunnukvøldið klokkan 22:00 verður aftur Badmintonhøllin karmur um eitt ungdómstiltak, sum hetta kvøldið hevur heitið “Opið hús”.
Fyrsta løtan verður umleið frá 22:00 til 23:00, har lovsangur og nakrir vitnisburðir frá ungfólki verða á skránni.
Síðan verður ein steðgur til á midnátt, har fólk kunnu fáa sær ein drekkamunn og annars hugna sær saman við øðrum.
Á midnátt verður ein styttri lovsongsløta og eftir tað verður ein leikur framførdur.
Umleið klokkan 00:20 talar Jógvan Zachariassen.
– – –
Skráin fyri ungdómstiltøkini á
Hvítusunnu 2009 er hendan:
Hóskvøldið 28. mai 2009
Kl. 21:00 Hóskvøldsmøti við Claire og Craig Niclasen
Fríggjakvøldið 29. mai 2009
Kl. 22:00 “Opið hús”
Ymisk spøl í kjallaranum, drekkamuður v.m.
Kl 23:30 Lovsangur, andakt, Jákup Eli Østerø
Leygarkvøldið 30. mai 2009
Kl. 22:00 “Spæl og samvera”
Borðspøl, borðtennis, tekning, mála málningar, manicure, tónleikahorn/’jamm’, drekkamunn, bókahorn, felagsspøl.
Kl. 23:40 Lovsangur
Kl. 00:00 Tala, Rógvi Joensen
Sunnukvøldið 31. mai 2009
Kl. 22:00 “Opið hús”
Lovsangur og vitnisburður
Kl. 23:00 Drekkamuður og samvera
Kl. 00:00 Lovsangur, drama
Kl. 00:20 Tala, Jógvan Zachariassen




