Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ungdómsting mánadagin og týsdagin

Helgi Abrahamsen

Mánadagin og týsdagin skipar Løgtingið fyri Ungdómstingi. Tá fara 33 næmingar úr Vágs skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum á Fløtum og Nám X at manna tingsessirnar.

12 uppskot verða viðgjørd á Ungdómstinginum hesaferð. Hetta eru uppskot, sum skúlaflokkarnir ið eru umboðaðir á Ungdómstinginum, sjálvir hava lagt fram. Uppskotini eru fjølbroytt og áhugaverd og ikki óvæntað snúgva tey seg um millum annað  valrætt, rúsdrekka og skúlaviðurskifti.

Týsdagin kl. 13:30 verða ófráboðaðir fyrispurningar á skránni. Tá sleppa ungu tinglimirnir at seta løgmanni og landsstýrismonnunum spurningar.

Endamálið við Ungdómstinginum er at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið, at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum, at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði og at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um, sigur Løgtingsskrivstovan í skrivi til fjølmiðlarnar.

Ungdómstingið verður, eins og vanligir tingfundir, sent á  Tingvarpinum.