Í morgun var valfundur á Kambsdali, har formenninir í flokkunum luttóku. Og bæði áðrenn og serliga eftir fundin var Fólkaflokkurin best umtókti flokkurin millum ungdómin.
Her er úrslitið frá veljarakanningini í síðstu viku:
Sambandsflokkurin 15,5%
Javnaðarflokkurin 17,1%
Nýtt Sjálvstýri 6,6%
Tjóðveldi 9,6%
Framsókn 6,8%
Miðflokkurin 8,1%
Ikki tikið støðu/blankt: 17,9 %
Og eftir valfundin í ítróttarhøllini á Kambsdali í dag, so var Fólkaflokkurin klárt størsti flokkurin. Her er veljarakanningin eftir kjakið á Kambsdali í dag, har 491 fólk svaraðu.
Fólkaflokkurin 23,4%
Sambandsflokkurin 18,2%
Javnaðarflokkurin 16,5%
Nýtt Sjálvstýri 7,3%
Tjóðveldi 11,4%
Framsókn 6,5%
Miðflokkurin 9,0%.
Ikki tikið støðu/blankt: 2,9 %
Sostatt gingu allir flokkar fram uttan Javnaðarflokkurin og Framsókn, men tað skyldast eisini, at tað vóru nógv færri fólk í kanningini í dag, sum ikki vistu, hvat tey skuldu atkvøða.




